Jana vann á Mariu sum var toppskjútti hjá Horsens

Føroysku leikararnir skoraðu og løgdu upp til 11 mál hvør

Føroyingauppgerð var í ovara endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í kvøld.

 

Í bólki 2 tóku Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens í Forum høllini í Horsens móti Janu Mittún og hennara liðfeløgum í Viborg.

 

Viborg vann dystin 31-27. Í steðginum var Horsens á odda 17-16.

 

Jana og Maria áttu lut í 11 málum hvør. Jana skoraði trý mál og legði upp til heili átta mál (assist). Maria skoraði seks mál, og var saman við Theu Rasmussen toppskjútti hjá Horsens. Maria legði eisini upp til fimm mál. 

 

Viborg er nummar trý í bólkinum við tveimum stigum. Horsens er aftast við ongum stigi. 

 

Leygardagin klokkan 13 hevur Horsens heimadyst móti Ikast. Sama dag klokkan 17 møtir Viborg verandi meistarunum, Odense á heimavølli.

 

Í niðara endaspælinum vóru eisini tvær føroyingauppgerðir. 

 

Í Skanderborg tóku Súna K. Hansen og liðfelagarnir móti Maritu Mortensen og hennara liðfeløgum í HØJ. Dysturin endaði við javnleiki 34-34. Í steðginum var Skanderborg á odda 17-14. 

 

Súna skoraði fýra mál og legði upp til sjey mál. 

 

Í Ringkøbing vunnu Rakul Wardum og liðfelagarnir greitt 37-29 á EH Aalborg, ið loksins hevði Anniku Fríðheim Petersen við í hópinum. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16.

 

Rakul bjargaði tríggjar av 15 málroyndum, og Annika bjargaði einari av sjey málroyndum. 

 

HØJ og Ringkøbing hava sjey stig hvør. Silkeborg-Voel hevur seks stig, meðan EH Aalborg og Skanderborg eru aftast við bert einum stigi.

 

Komandi sunnudag klokkan 15 tekur EH Aalborg móti Skanderborg á heimavølli. Taparin má spæla dystir móti liðnum hjá Elsu Egholm, Vár og Lív Zachariasen, Ajax um rættin at spæla í bestu deildini komandi kappingarár.