Jannik Sinner endurvann Wimbledon-kappingina

Fýra sett máttu til fyri at finna vinnaran

Mynd: Ritzau Scanpix

Annað árið á rað vann 24 ára gamli italiumaðurin, Jannik Sinner heimsins mest prestisjufullu tenniskapping, Wimbledon.

 

Í finaluni í einmansleiki vann Jannik Sinner 3-1 á 29 ára gamla týskaranum, Alexander Zverev, ið vann Roland Garros (French Open) kappingina í juni. 

 

Tvey tey fyrstu settini vóru framúr spennandi, har Sinner og Zverev vunnu hvør sín Tiebreak´ara. Í triðja og fjórða setti var Sinner greitt omaná.

 

Settmunurin var 6-7, 7-6, 6-3 og 6-4. Dysturin vardi í tríggjar tímar og 48 minuttir. 

 

Talan er um fimta Grand Slam heitið hjá Jannik Sinner, ið umframt tveir sigrar í Wimbledon, hevur vunnið Australian Open á tveimum sinnum, og US Open á einum sinni.

 

Við sigrinum í dag hevur Jannik Sinner 100 dystarsigrar í Grand Slam kappingum. 

 

Fyri at vinna Wimbledon-kappingina fær Jannik Sinner eina upphædd, ið svarar til 31 miljónir krónur í okkara peningi. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix