Tað upplýsa thailendsku myndugleikarnir sambært AP.
Harumframt eru fleiri fólk flutt á sjúkrahús við skaðum.
Eldurin kyknaði í økinum Chatuchak í norðara parti av Bangkok. Orsøkin er framvegis ókend og verður kannað.
Myndir frá staðnum vísa stórar logar og ein tjúkkan svartan roykskýggj, meðan fólk royna at sleppa undan eldinum.
Sambært myndugleikunum tók tað umleið ein hálvan tíma at fáa tamarhald á eldinum.
Thailendski forsætisráðharrin, Anutin Charnvirakul, sigur, at ein tónleikari, sum framførdi á staðnum, sá royk koma úr einari eltalvu nærindis pallinum. Síðani fór streymurin, og ein spreinging hoyrdist, áðrenn hølið varð fylt við tjúkkum royki.
Sambært AP vórðu nógv av teimum deyðu funnin á vesunum aftast í barrini.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at álvarsligir eldar hava kravt mannalív í thailendskum barrum og náttklubbum. Í 2022 doyðu 14 fólk í einum náttklubba í eystara parti av landinum, og í 2009 lótu minst 66 fólk lív í einum náttklubbaeldi í Bangkok undir nýggjárshaldi.











