##med2##
Tað snýr seg um rættindi til samkynd. At samkyndar mammur kunnu geva børnum sínum eftirnavnið hjá sammóður. Løgtingið hevur samtykt málið, men Jenis av Rana vil ikki avgreiða málið.
Hann hevur tí gjørt løgmanni greitt, at tað verður ikki við honum sum landsstýrismanni, at prestarnir fáa boð um at broyta mannagongdina, so at børn kunnu verða skrásett í kirkjubókini við navninum hjá sammóður síni.
Løgmaður hevur loyst málið við at taka málsøkið frá Jenisi av Rana og flyta tað til Magnus Rasmussen.
Løgmaður er sum løgmaður stjóri hjá Jenisi av Rana og kundi kravt av honum, at hann aktaði. Tað hevur hann ikki gjørt, men flutt málsøkið til ein landsstýrismann, sum hevur sagt, at hann fer at fáa málið framt.
Jenis av Rana vónar kortini, at Magnus Rasmussen heldur ikki fer at akta løgmann.
Hann er harmur um tað, sum løgmaður hevur gjørt.
– Eg vildi ynskt, at hann ikki gjørdi tað. Tað harmar meg nógv, at hann ger tað, tí tað gongur mær so inniliga ímóti, tað gongur míni sannføring sum trúgvandi ímóti, og eg vildi ynskt, at hann ikki gjørdi tað, sigur Jenis av Rana.
– Vissi teir vilja hava æruna av at gera hetta... Eg haldi ikki, at er nøkur æra, sigur hann.
– Eg seti enn mína vón til, at Magnus Rasmussen ikki fer at gera tað, sigur Jenis av Rana.
Hoyrið samrøðu, sum Árni Gregersen hevði við Jenis av Rana í tíðindunum á FM1 í kvøld.