Kendi danski sjónleikarin, Jesper Klein, doyði í kvøld, 66 ára gamal á Diakonissestiftelsens Hospice á Frederiksberg eftir stutta sjúkralegu av krabbameini.
Jesper Klein varð føddur 13. november í 1944 og hevði fylt 67 13. november.
Eftir lokið studentsprógv fór Jesper Klein at lesa sjónleikasøgu á Københavns Universitet, og í 1964 var hann cand.phil.
Í 1966 varð hann settur í starv í Danmarks Radio, har hann í fyrstuni arbeiddi við útvarpi. Í 1968 var hann fyri fyrstu ferð í sjónvarpi. Hann fekk sítt gjøgnumbrot í 1969 í revyini »Kameldamen«, hóast tann fólkakæri sjónleikarin onga formella sjónleikaraútbúgving hevði.
Í 1969 fekk hann ein Bodil fyri høvuðsleiklutin sum Carl-Henning í filminum »Balladen om Carl-Henning«.
Men veruliga landskendur gjrødist hann í ungdómssendingini »Peberkværnen«, og hann hevur verið við í nógvum útvarps- og sjónvarpssendingum. Jesper Klein hevði eina serliga rødd, og tí hevur hann lagt rødd til nógvar dukku- og teknifilmar.
Kona hansara, Lykke Nielsen, doyði fyri fimm árum síðani av bróstkrabba, og Jespar Klein duldi ongantíð, hvussu stórur hesin missur var, og at sorgin hevði við sær, at arbeiðið kom í aðru røð. Lykke NIelsen og Jesper Klein búðu saman í 37 ár.
- Nú er tað einki í tí at fara út longur. Eg hati at sita á eini matstovu einsamallur og bíða eftir tí stóra trírættaða døgurðanum. Tað er einki í tí longur. Tað gevur onga meining, segði hann í samrøðu við Søndagsavisen í juni í ár.