59 ára gamal leikari skoraði í japonsku steypakappingini

Kazuyoshi Miura fer um tey 60 árini um eitt hálvt ár

 

Japanski fótbóltsleikarin, Kazuyoshi Miura hevur havt eina ótrúliga fótbóltsyrkisleið. 

 

Hann byrjaði at spæla yrkisfótbólt í Brasil fyri 40 árum síðani við Santos og Palmeiras. Tá var japanski áleyparin 19 ára gamal. Hann er føddur 26. februar í 1967, og er sostatt 59 ára gamal.

 

Í vikuskiftinum skoraði "King Kazu", ið er kelinavnið hjá Kazuyoshi Miura fyri japanska 3. deildarliðið, Fukushima United, ið vann stórsigur 7-0 á Iwaki Furukawa í innleiðandi umfarinum í japonsku steypakappingini. 52 minuttir vóru leiktir av dystinum, tá tann 59 ára gamli skoraði fyri Fukushima United. 

 

SOLEIÐIS  sá tað út, tá 59 ára gamli Kazuyoshi Miura skoraði í japonsku steypakappingini. 

 

Tað eru annars fýra ár síðani Kazuyoshi Miura skoraði eitt mál í einum kappingardysti. 

 

8. august byrjar kappingin í triðbestu japonsku fótbóltsdeildini. Fukushima United leggur fyri við útidysti móti Tegevajaro Miyazaki. Tað verður sostatt í hesum kappingarárinum, at Kazuyoshi Miura fer at runda tey 60 árini. 

 

Til samanberingar var enska fótbóltslegendan, Stanley Matthews (1915-2000), 50 ára gamal, tá hann gavst við yrkisfótbólti í 1965. 

 

##med2##