Í dag, 10. oktober, verður Lill, sum vit vanliga rópa hann, 85 ár. Hann er av Dalólastovu-fólkunum frá faðirssíðu og úr móðurætt úr Funningsstovu. Foreldur hansara, Hilda í Funningsstovu og Johannes í Dalólastovu, vóru bæði, sum skilst, av havnarætt. Tað er kanska ikki ov nógv at nevna, at hetta hevur ikki ongan týdning, tá talað verður um ættarfólk. Tey vóru trý systkin, umframt Lill vóru tey Petur Michelsen, byggimeistari, sum var giftur Bette úr Øravík og áttu tey sonin, Eirik. Stir Lill var Hanna, ið var gift við Igolf Olsen, sum í nógv ár var radiomekanikari hjá Vellejus. Hanna og Ingolf áttu børnini Finn, Hans Jørgen og Hildur.
Vit sum minnast foreldur hansara hava bert havt gott at bera teimum, og hjá vanligum havnarfólki, eru tey, Funningsstovufólkini og Dalólastovufólkini, kend fólk.
Lill hevur tikið lut í nógvum felagsarbeiði ? ella vit kunnu siga tað eisini á tann hátt, at ungdómurin í hansara tíð hevði eitt rættuliga gott samanhald, tey kendu ikki bara hvønn annan, men tey høvdu nógv til felags, bæði í ítrótti o. ø. Lill kom skjótt upp í ymiskar felagsskapir. Hann er avhaldsmaður og hevur verið tað alt sítt lív, kom tíðliga ? um fermingaraldur ? upp í Havnar Avhaldsfelag, har hann var rættuliga virkin, tí tað hevur altið verið futtur í honum. Tað sum hann serliga tók sær av í felagslívinum var tá okkurt praktiskt skuldi fáast frá hondini. Har er ikki at gloyma hansara stak evni at fáa neyðugvar uppgávur frá hondini.
Tað gamla Avhaldsfelagið hevði eini stór felagshús í tí vit kalla Avhaldsbrekkuni, beint yvir av Gamla Bókhandli, nú partur av Hotel Hafnia. Har var hann ein týðandi stuðul., nevndarlimur og ein av teimum, sum altíð var til taks, tá ein i hond skuldi takast í.
Tað er nokk tað vit kunnu siga um Lill í so nógvum, tí hann er ein av teimum trúgvu losjulimunum og ikki minst har hevur hann tikið hond í at fáa felagsbygingin fyri ein stóran part til tað, sum hann er í dag ? ein hugnaligur og vælegnaður, sum framvegis karmur um virksemið hjá Losjuni í Havn.
Á yngru árum var Lill sjálvsagt sera virkin í ymiskum felagsvirksemi, ungdómsvirksemi o. s. fr. Teir vóru nógvar útferðir, fundir kring í landinum, sum savnaði eina rúgvu av fólki.
So er ikki at gloyma fótbóltsfelagið B36 ? har var hann ein av stovnarunum, og tær røturnar til fótbóltin gjøgnum B36 eru og hava altíð verið dýrabærar hjá honum.
Vit sum ikki hava júst hasi evnini at at blæsa okkum upp um fótbólt, eru sjálvsagt ikki so heilt interessant, tá tað snýr seg um at tosa við um leikin á fótbóltsvølli.
Í ungu árunum var stórt felagsvirksemi, serliga í Losjuni. Tað var ungmannadeildin, sum tá var tað stóra trekkplástrið, og har kom nógvur ungdómur. Alt summarið vóru nógvar útferðir og tiltøk, og sjónleikir vórðu nógvir førdir fram í Havn tá. Ungmannadeildin hevði nógv ár eftir krígslok fleiri sjónleikir á palli í sjónleikarhúsinum, og har var Lill ein av leikarunum.
Lill varð útbúgvin rørleggjari. Hann var nógv ár hjá Mariu Poulsen. Hann fór síðani undir egið virki, Demich, sum helt til uppi á Tinghúsvegnum. Seinni høvdu teir eisini handil í niðaru hædd í Losjubygninginum.
Lill var býráðslimur í sekstiárunum, har hann umboðaði Sambandsflokkin. Var m. a. formaður í teknisku nevnd. Lill var giftur Fíu, dóttir Lenu og Sámal Debes á Tinghúsvegnuum í Havn. Lena var ættað úr Funningi, Sámal var havnarmaður. Fía doyði í 1996. Eingin børn vóru í hjúnalagnum.
Føðingardagurin verður hildin í B36 húsinum fríggjakvøldið, og verður opið hús kl 19.