John Petersen fyri rættin í dag

Í morgun kom John Petersen fyri Eystara Landsrætt

Í morgun klokkan 9:00 kom málið, har John Petersen er ákærdur fyri at hava neyðtikið eina unga gentu, fyri í Eystara Landsrætti.

John Petersen varð í november dømdur til 10 mánaða fongsul fyri neyðtøku, men hann skeyt dómin inn fyri landsrættin, og kemur málið nú fyri.

Tað er kendi danski verjin, Thomas Rørdam, ið føroyingar helst kenna aftur frá skipamálunum, ið er verji hjá John Petersen.

Landsrættardámarar eru Blinkenberg Waage og Karsten Bo Knudsen.