John var nøgdur við innsatsin

John Petersen var fyrsti maður at ynskja EB/Streymi til lukku við føroyameistaraskapinum, men eftir dystin hevði hann ikki so nógv at siga.

- Vit vóru longu fluttir niður, so uppleggið í dag var at fara inn á vøllin at hava tað stuttligt, spæla frítt og hugna okkum. Hetta megnaðu vit, men tíverri taptu vit dystin, segði venjarin hjá liðnum, ið var tað fyrsta at flyta niður í 1. deild komandi ár. John Petersen var sum heild fámæltur, men eitt lítið smíl sá út til at vera har. Hóast Skála skal spæla ein dyst afturat, áðrenn teir sleppa í gongd við arbeiðið at flyta uppaftur í bestu deildina