Jomfrúferð við heimsins størsta bingjuskipi

Fyri 28 ára gomlu Sáru Olsen av Tvøroyri var árið 2006 serstakt og hendingaríkt. Eitt ár sum hon altíð fer at minnast aftur á við einum smíli. Tað var árið, tá ið hon blev gift, og árið har hon legði leiðini út í stóru verð á jomfrúferð við heimsins størsta bingjuskipi

Mamma Mia... Soleiðis hugsaði Sára Olsen, tá hon sá risastóra bingjuskipið, Emmu Mærsk, ið lá við bryggju í Singapor. Hetta var fyrsta oktobur 2006. Dagin fyri hevði hon sitið spent, vónargóð og glað men eisini ótolin umborð á lítla Atlantic flogfarinum á veg til Danmarkar. Hon visti ikki, hvat hon fór at uppliva tær næstu seks vikurnar, men tá hon umleið eitt døgn seinni stóð á bryggjuni í Singapor, ivaðist hon ikki í, at hon var partur av nøkrum serligum. Tað var ikki bert heimsins størsta bingjuskip, hon skuldi sigla við, men eisini fyrsti túrur hjá skipinum. Og so var Sára einasti gestur umborð á túrinum frá Asia til Evropa.
Sára skuldi vera gestur hjá manni sínum Gunnari Olsen, sum var annar meistari á fyrsta túrinum hjá stóra Mærsk skipinum. Sjálvt um Gunnar skuldi arbeiða næstan allan túrin, so fóru næstu vikurnar at vera eitt slag av brúdleypsferð. Tey vóru blivin hjún tveir mánaðir áðrenn fráferðina, so í allar mátar var talan um ein serligan túr.
Tá Sára kom umborð hevði Emma Mærsk verið á ferð í fimm vikur. Hon legði frá bryggju í Århus í septembur 2006 við kós ímóti Asia. Og næstu vikurnar gekk leiðin aftur til Evropa.

Trygdin umborð
Tað skal ikki vera nøkur loyna, at Sára stúrdi fyri túrinum upp eftir landgongubrúnni.
“Landgongubrúgvin er meira enn 30 metrar, og tá eg gekk upp eftir henni fet fyri fet, føldi eg, at hon sveiggjaði spakuliga frá síðu til síðu. Eg var so nervøs, hugsaði bara, at eg mátti royna at lata sum um, at eg hevði roynt hetta áður. Ha ha. Men eg kom tíbetur umborð í øllum góðum,” staðfestir Sára.
Tá viðførið var komið uppá pláss í stásiliga kamarinum, og Sára hevði heilsað uppá manningina, sum á jomfrúðtúrinum var 24 mans, var tíðin komin til ein rundtúr og síðan eitt skeið í trygdarviðurskiftunum umborð.
“Vit høvdu brandvenjingar umborð. Og eg bleiv so væl og virðiliga upplýst um alarmsignal, neyðútgongdir o.s.fr.,” fortelur Sára.
Sama dag sum hon var komin umborð var klárt at leggja frá landi. Og Sára var ikki bara yvir fegin, men eisini sera spent. Hon fór at síggja fjarðskotin lond og ikki minst, gleddi hon seg til at síggja snotiliga farið, sum hon nú skuldi búgva á í seks vikur. Túrurin runt á skipinum verður ikki gjørdur eftir einum degi. Bara maskinrúmið er í sjey hæddum, og skipið er 397 metrar langt og 56 metrar breitt, so tað er ein størri uppgáva at koma runt í allar krókar.

Skiparin Sára
Sjálvt um Sára var einsati gestur umborð, so keddi hon seg ongantíð, men nýtti har aftur ímóti friðin, tá skipið sigldi frá havn til havn. Nokk av tíð var til at njóta sólina úti á dekkinum. Lána og lesa bøkur frá bókasavninum umborð, venja í motionsrúminum og hugsa um ymsu upplivingarnar. Tað hendi eisini, at Sára av og á var við manni sínum á vakt.
“Eg hevði aldrin ímyndað mær eitt so gigantiskt og umfatandi maskinarí. Eg plagdi at ganga runt við Gunnari og fylgja við í hansara arbeiðsgongd, tað var ótrúliga nógv hjá honum og restini av manningini at halda stýr á, hvør maður hevur veruliga sítt at síggja til. Tað eru nógvar vanligar mannagongdir, ið skulu fylgjast hvønn dag, men tað er eisini nógv óvæntað, ið stingur seg upp, men tíbetur einki álvarsligt. Tá eg var við Gunnari á vakt, greiddi hann frá, hvat ymsu maskinurnar vóru til, tað var sera áhugavert at fylgja við í hansara arbeiði,” sigur Sára.
Nógv tíð fór eisini við at njóta útsýnið frá brúnni, ið er 70 metrar høg. Í fyrstuni var Sára tó ikki so djørv, men sum tíðin leið bleiv hon kanska í so djørv.
“Ein dagin tá eg var uppi á brúnni, spurdi kapteynurin, um eg vildi royna at stýra skipinum. Tað kundi eg sjálvandi ikki siga nei til, so eg tók við báðum hondum um rórið. So dreyaði eg tíggju gradir til stýriborð. Bíðaði. Og so tíggju gradir til bakborð. Eg føldi ikki at skipið broytti kós, men tá eg hugdi eftir kjalarvatninum, sá eg, at skipið hevði flutt seg,” greiður Sára eldhugað frá.

Frá Singapor til Ongland
Fyrsti steðgur á túrinum var í Kina og síðan var lagt at bryggju í Hong Kong.
“Tá vit komu til Hong Kong, haldi eg, at tað gekk upp fyri mær, at hetta ikki bert var ein vanligur túrur hjá einum Mærsk bingjuskipi. Á keiini lá ein reyður leypari, sum var meira enn 150 metrar langur, og skrúðgonga var við einum hornorkestri. Sjálvt um leyparin ikki var til mín, men allir teir fínu gestirnar, sum komu umborð, so livdi eg mitt í verðini,” fortelur Sára.
Frá Hong Kong gekk leiðin til Japan og víðari til Malaisia. Og sum nakað serstakt minnist Sára túrin frá Reyðahavinum og í gjøgnum heimsins longstu siglingarveit, Suezveitina. Veitin er millum 300 og 365 metrar breið, so tað er ein størri uppgáva hjá einum risastórum skipi sum Emmu Mærsk at sigla ígjøgnum.
“Tað var ótrúligt at sigla ígjøgnum Suezveitinia. At standa á brúnni og hyggja útyvir veitina, Egyptaland og Saudiarábia. At síggja eina konu reka eitt neyt í Egyptalandi, hon hugsaði óivað ikki um, at heimsins størsta bingjuskip fór framvið. Og hinumegin veitina í Saudiarábia lá ein stór herðmannalega. Tá hugsaði eg við mær sjálvum, tað er gott, eg búgvi í Føroyum.”
“Tá vit sigldu ígjøgnum veitina fylgdu tríggir menn í speedbáti okkum, teir skuldu vera klárir at binda skipið til lands um ein sandstormur bráddliga brast á. Tað hendir av og á, men vit sluppu tíbetur undan,” greiður hon frá.
Komin út í Miðjarðahavið gekk leiðin gjøgnum Gibraltarsundið og Biscayavíkina. Og næsti steðgur var Flexstowe í Onglandi.
“Skipið bleiv móttikið sum ein drotning. Nógvir smábátar sigldu út ímóti okkum, og bæði CNN og BBC fylgdu skipinum við tyrlum,” fortelur Sára.
Frá Onglandi sigldu tey til Holland, og har endaði túrurin hjá Olsen hjúnunum, sum síðan kundu leggja leiðina heim aftur til Føroya.
“Heildaruppliving av túrinum var fantastisk. Tað var ein sovorðin friður, har eg veruliga kundi njóta allar upplivingar. Eg var ikki bundin av nøkrum, eg slapp at njóta dagin sum hann var,” sigur Sára.
At túrurin var nakað sjálvsamt sæst aftur á talinum av vitjandi umborð. 75 tíðindafólk og 1120 gestir sóu stásiliga skipið á fyrsta túrinum.
“Tað var ein serstøk uppliving í sær sjálvum at vera umborð, og nakað serligt at hava fingið høvið at sigla júst við Emmu Mærsk. At fylgja við hennara jomfrúferð. Tað er øðrvísi og stuttligt at ferðast á henda hátt. Eg vil heilt avgjørt avstað aftur saman við Gunnari eina aðru ferð.”



EMMA MÆRSK:
• Emma Mærsk er uppkallað eftir konu Mærsk Mc-Kinney Møller, sum andaðist í 2005.

• Bingjuskipið er bygt á Odense Staalskibsværft A/S fyri A.P. Møller – Mærsk Gruppen.

• Emma Mærsk hevur longu fingið tvey systurskip. Estelle- og Eleonora Mærsk. Og ætlanin er at byggja íalt átta skip av sama slagi.

• Skipið tekur fleiri enn 11.000 bingjur.

• Skipið hevur ein 14-cylindara Wärtsilä RT-flex høvðusmotor við 110.000 hestakreftum.

• Tað skulu ikki fleiri enn 13 mans til fyri at skipið kann leggja frá bryggju.