Jonhild Thomsen 90 ár

Týsdagin 24. juni fyllir Jonhild Thomsen í Klaksvík 90 ár.

Jonhild er fødd í Havn, dóttir Jens Chr. Dam úr Havn og Kathrinu, úr Innistovu í Klaksvík. Hon er elst av fimm systkjum. Systkin hennaru eru Hans Hilmar Dam, Elly Djurhuus, Pavla Guttesen og Hannis Dam. Av teimum er bert Pavla Guttesen á lívi í dag. Jonhild vaks upp í Klaksvík hjá fastur síni Thomasiu og manni hennara, Jens Paula Hansen, vanliga nevndur Palli í Vátutoft. Sum 3 ára gomul kom hon til Klaksvíkar at ferðast og Thomasia og Palli, ið vóru barnleys, vildu helst ikki av aftur við smágentuna, og tóku tey hana sum sína egnu dóttir. Sum ung arbeiddi hon í handlinum hjá Jens Klæmint Isaksen, úti í Klaksvík. Umframt at passa hús og heim fyrimyndarliga, rætti hon Fíu og Eliesar Poulsen eina hjálpandi hond í bókahandlinum Thule. Í 1939 giftist Jonhild hon við John W. Thomsen, f. 18. januar í 1911, úr Porkeri, sonur Onnu, f. Djurhuus, og Johan A. Thomsen, í Skemmuni í Porkeri. John hevði lært til maskinsmið og maskinmeistara í Danmark. Heim aftur komin sigldi hann eina tíð og arbeiddi á bedingini í Klaksvík. John arbeiddi eisini í smiðjuni hjá Kjølbro í Fuglafirði og seinni á skipasmiðjuni á Skála. Hann var eisini til skips og sigldi sum maskimaður við trolarum hjá Kjølbro. Í 1964 fekk John arbeiði hjá Norsk Veritas og í 1968 hjá Tryggingarsambandinum, har han var til 1983, tá hann legði frá sær 72 ára gamal. John er í dag 92 ára gamal. Familjan er eisini kend fyri súkkluhandilin, sum sonurin Páll rak. Jonhild og John fingu 4 børn: Páll, Onnu, Káru og Tove. Páll doyði í 1991, 50 ára gamal.