Tað var ein dyggur smeitur fyri Kyndil, at kviki vongspælarin, Josef Abrahamsen, í fyrra hálvleiki av fyrru hálvfinaluni móti StÍF á Skála í gjárkvøldið meiddi sær annað knæið. Í fyrstu atløgu bendi nógv á, at talan var um ein krossbandsskaða, men soleiðis var tíbetur ikki.
Tá ið vit tosaðu vit Josef tíðliga í morgun, hevði hann verið hjá lækna, og hagani vóru boðini, at eitt liðband uttarlaga í knænum var toygt. Hetta merkir, at Josef skal binda frið í tvær vikur, áðenn hann kann byrja at venja aftur. Sostatt gongur tað helst ein slakur mánaður, áðrenn hann aftur verður at síggja á vøllinum.