Julian við aftur

Síðani hann í sjeynda umfari í kappingini í fjør fór av vøllinum, hevur Julian Johnsson havt sítt heilt privata stríð at vinna. Tann 18. juni noyddist hann nevnliga av vøllinum, tá B68 spældi útidyst móti LÍF. Talan tóktist vera um lítlan knæskaða, men dómurin var harður. Krossbandið var farið, og so var ikki hugsingur um at fótbólt næstu nógvu mánaðirnar.
Móti Skála var fyrrverandi miðvallarmotorurin á landsliðnum tó aftur tøkur, og hóast tað enn restar nakað av dystarvenjing í, so er einki at ivast í, at hetta er fongur hjá B68. Ikki minst, nú Øssur Hansen er farin av landinum í arbeiðsørindum.