Jurgen Klopp ónøgdur við sínar menn

Champions League: Barcelona er víðari, meðan Liverpool tapti móti Reyðu Stjørnu

Fyrra hálva av fjórða umfari í bólkaspælinum í Champions League var í gjár. Millum smest óvæntaðu úrslitini var 2-0 sigurin hjá Reyðu Stjørnu móti Liverpool. Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, er ikki nøgdur við avrikini hjá sínum spælarum.

 

- Eg havi bara tíggju fingrar, svaraði Jurgen Klopp, tá hann bleiv biðin um at seta fingurin á, hvat gekk galið.

 

Liverpool er í einum torførum bólki, sum eisini telur Napoli og Paris Saint-Germain. Tí hevur felagið illa rað at tapa fyri Reyðu Stjørnu, sum Liverpoool annars vann greitt á í farna umfari. Napoli og PSG spældu javnleik, so nú hava Liverpool og Napoli seks stig, meðan PSG hevur fimm stig.

 

FC Barcelona er víðari til endaspælið, eftir 1-1 javnleik í Milano móti Inter Milan. Lionel Messi var við í ferðalagnum, men var ikki í hopinum. Hini liðini í bólkinum eru Tottenham og PSV. Her heldur Tottenham enn lív í møguleikanum at koma víðari, eftir at Harry Kane skoraði tvær ferðir í seinasta korterinum.

 

Thierry Henry hevur eisini funnið útav, at tað er helst lættari at vera viðmekjari enn venjari. Hann hevur tikið við í Monaco, sum er í trupulleikum í fronsku kappingini. Tað er teir eisini í Champions League, tí í gjár taptu teir heili 4-0 á heimavølli móti Club Brugge.

 

Bólkur A:

Monaco – Club Brugge 0-4

Atletico Madrid – Borussia Dortmund 2-0

 

Støðan:

1.    Borussia Dortmund 9 (stig)

2.    Atletico Madrid 9

3.    Club Brugge 4

4.    Monaco 1

 

Bólkur B:

Inter Milan – FC Barcelona 1-1

Tottenham – PSV 2-1

 

Støðan:

1.    FC Barcelona 10

2.    Inter Milan 7

3.    Tottenham 4

4.    PSV 1

 

Bólkur C:

Reyða Stjørna – Liverpool 2-0

Napoli – PSG 1-1

 

Støðan:

1.    Napoli 6

2.    Liverpool 6

3.    PSG 5

4.    Reyða Stjørna 4

 

Bólkur D:

FC Porto – Lokomotiv Moskva 4-1

Schalke – Galatasaray 2-0

 

Støðan:

1.    FC Porto 10

2.    Schalke 8

3.    Galatasaray 4

4.    Lokomotiv Moskva 0