Undan síðsta leikumfarið í føroysku kvinnudeildini var kravið hjá KÍ, at tær skuldu vinna inni á Skála, og hetta krav uppfyltu tær til fulnar. Tær ognaðu sær sostatt føroyameistaraheitið eftir eitt langt og spennandi kappingarár.
KÍ setti seg á dystin beinanvegin, og Rannvá Andreassen, sum hevur verið millum týdningarmiklastu leikarar hjá KÍ í ár, skoraði heilt tíðliga til 1-0. Einki annað mál kom í fyrra hálvleiki, og sostatt var støðan 1-0 til KÍ kvinnurnar í hálvleikinum.
Ein 1-0 leiðsla er ongantíð ein trygg í fótbólti, og tí kundu KÍ kvinnurnar ikki kenna seg veruliga tryggar, tá tær komu út aftur til seinna hálvleik. Tær royndu tí, hvat tær kundu at fáa økt um leiðsluna so skjótt sum gjørligt, og tað var júst tað, KÍ megnaði at gera. Heilt tíðliga í seinna hálvleiki kundi Rannvá Andreassen enn einaferð skorað til 2-0, og sostatt var tað ein lætti hjá KÍ kvinnunum, sum nú bert skuldu halda eini 2-0 leiðslu fyri at fáa meistaraheitið við sær til Klaksvíkar.
Nervarnir komu tó aftur á KÍ liðið, tá Ingun Johansen skeyt eitt fríspark beinleiðis í KÍ málið, og minkaði til 2-1. Men KÍ noktaði at søpla meistaraheitið burtur, og Rannvá Andreassen fullførdi sítt hat-trick, tá hon við einum langskoti úr umleið 30 mera fjarstøðu smekkaði bóltin upp í málhornið og legði KÍ á odda 3-1. Seint í seinna hálvleiki gjørdist Viviann Bjartalíð leys, og hon staðfesti sigurin og skoraði til 4-1 til KÍ. Hetta var sætta mál hennara í ár. 4-1 gjørdist endaliga støðan, og frøin var stór millum klaksvíkingarnar á Skála, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð. KÍ kvinnurnar lupu um hálsin á hvørjari aðrari, og meistaraheitið høvdu tær so ruddiliga uppiborið.
KÍ endaði sostatt á fremsta plássi, og tær hava vunnið átta dystir í endaspælinum í ár, meðan tær tvær ferðir fóru av vøllinum uttan stig, og var hetta eftir útidystirnar í Vági og í Runavík.
HB snávaði í Vági
Í Vági var dystur millum HB og VB, sum vóru á ávikavist øðrum og triðja plássi undan dystinum. HB hevði 21 stig, meðan VB hevði 19, og sostatt skuldi HB "bert" hava ein javnleik fyri at ogna sær í hvussu so er silvurmerki. VB skuldi harafturímóti hava ein sigur, og tað sást eisini aftur í dystinum.
Tá bert sjey minuttir vóru farnir, legði Rini Mørk VB á odda, og tann støðan helt sær til hálvleiks. Málleyst var til 71. minutt, tá Guðrun í Lágabø økti um leiðsluna. Hetta var hennara fjúrtanda mál í ár. Hetta sá út til at taka luftina úr HB kvinnunum, og bert tríggjar minuttir seinni staðfesti Laila Jespersen sigurin fyri VB. Dysturin í Vági varð ikki væl spældur, einamest tí at vindurin var so nógvur, men VB dróg ein sannførandi 3-0 sigur í land, og tær endaðu sostatt á øðrum plássi, meðan HB kvinnurnar máttu taka til takkar bronsumerkjunum.
Bæði VB og HB megnaðu at geva KÍ kapping til síðsta leikdag, men sum sagt megnaðu hvørki av liðunum at gerast føroyameistarar. HB tapti tríggjar dystir samanlagt í endaspælinum í ár, tveir móti KÍ og ein móti VB. Hesir ósigrar kostaðu í síðsta enda dýrt. VB tapti eins og KÍ tveir dystir í endapælinum í ár, men tær spældu tíðliga í seinnu hálvu javnleik í Havn móti B36, og tá bert tvey stig vóru millum KÍ og VB samanlagt, verður tað einamest hesin dysturin, VB kvinnurnar fara at minnast.
NSÍ frálíkan endaspurt
NSÍ spældi útsetta dystin móti Skála mitt í viku, áðrenn tær sunnudagin skuldu til Havnar at spæla móti B36. Hesir báðir dystir høvdu sum so einki at siga, men við tveimum sigrum kundi NSÍ koma framum B36 upp á fjórða plássi. Móti Skála gjørdu tær sína skyldu og vunnu ein sannførandi 4-0 sigur. Hálvleiksstøðan var 1-0 til NSÍ, og var tað ikki so óvæntað Irdi Hansen, sum skeyt málið. Í seinna hálvleiki økti Oddvá Christiansdóttir um leiðsluna, áðrenn Irdi Hansen gjørdi tað til bæði 3-0 og 4-0, sum gjørdist endaliga úrslitið.
Sunnudagin var NSÍ í Havn og vitjaði. Áðrenn dystin hevði B36 tíggju stig, meðan NSÍ hevði níggju stig. Sostatt var nakað at spæla um hjá hesum báðum liðum, og B36 var favorittur at vinna dystin. Men soleiðis skuldi ikki ganga. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki fekk NSÍ brotsspark, og Elinbjørg Hammer setti bóltin í netið til 1-0. Síðani kom áðurnevnda Irdi Hansen veruliga í gongd, og gjørdi hon ikki minni enn fimm mál á rað.
Fyrst økti hon um leiðsluna beint fyri hálvleik, og í seinna hálvleiki skeyt hon ikki minni enn fýra afturat. Tað vil við øðrum orðum siga, at hon tveir teir seinastu dystirnar skeyt heili átta mál, og kom hon sostatt uppá 14 mál samanlagt í landskappingini. Maibritt Olsen skoraði sjeynda málið, áðrenn B36 fekk pynta uppá óvæntaða úrslitið við máli frá Súsonnu Hansen.
Niðurstøða
Nú landskappingin í kvinnufótbólti ár 2000 er av, kunnu vit staðfesta, at hetta var eitt spennandi ár, og spenningurin helt sær enntá til síðsta leikumfar. KÍ endaði við 24 stigum, meðan VB var í hølinum við 22 stigum. HB hevði 21 stig, og sostatt kunnu vit staðfesta, at tað var sera javnt í toppinum. Øll trý liðini høvdu møguleikan at ogna sær meistaraheitið áðrenn seinasta dyst, men tað var uppiborið, at KÍ, sum dró longsta stráið, nú eru nýggir føroyameistarar.
Miðskeiðis í endaumfarinum býtti kappingin seg upp í tveir bólkar, har áðurnevndu liðini KÍ, VB og HB drógu frá trimum teimum niðastu liðunum NSÍ, B36 og Skála. HB á triðja plássi endaði sum sagt við 21 stigum, meðan NSÍ á fjórða plássi hevði tólv stig. B36 fekk 10 stig og síðani kom Skála, sum ikki megnaði at fáa nakað stig til høldar. NSÍ hevði ein sera góðan endaspurt, og komu tær framum B36, tá tær í seinasta dystinum vunnu heili 7-1. B36 hevur harafturímóti havt eitt sera vánaligt kappingarár, og vóru tær kanska størsta vónbrotið í ár. B36 kvinnurnar plaga at teljast millum toppliðini, sum eru við í stríðnum um meistaraheitið, men í ár endaðu tær heilt niðri á fimta plássi frammanfyri Skála.
KÍ er sostatt føroyameistarið ár 2000, og Sosialurin ynskir teimum hjartaliga tillukku.
Úrslitini seinastu vikuna gjørdust hesi:
Skála-KÍ 1-4
KÍ: Rannvá Andreassen 3, Viviann Bjartalíð 1.
Skála: Ingun Johansen 1.
VB-HB 3-0
VB: Rini Mørk 1, Guðrun í Lágabø 1, Laila Jespersen 1.
B36-NSÍ 1-7
B36: Súsanna Hansen 1.
NSÍ: Irdi Hansen 5, Oddvá Christiansen 1, Maibritt Olsen 1.
Skála-NSÍ 0-4
NSÍ: Irdi Hansen 3, Elinbjørg Hammer 1.