Kæra um ólógliga sølu av lendi, hjá Tórshavnar kommunu

Eigarafeløgini Undir Kongavarða og Eystan Kongavarða vilja hervið kæra Tórshavnar kommunu fyri greitt brot á ásetingarnar í ”Kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn”, í samband við at kommunan hevur selt part av matr. nr. 255a, Kirkjubøur, til privata felagið Sp/f NN Holding, Smiðjugerði 4, Postrúm 1331, 110 Tórshavn.

 

Grundarlag fyri kæruni:

Søla av kommunalum ognum er lógarregulerað sambært ”Kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn”.

Eigarafelagið Eystan Kongavarða hevur fingið innlit í skjøl í málinum, og metir seg kunna staðfesta, at sølan av lendinum, sum longu er farin fram sambært treytaðum skeyti, dagfest 04. juli 2019, (sí fylgiskjal 1) lúkur ikki krøvini í kunngerðini um alment útboð.

Í málslýsingum og øðrum skjølum sum Eigarafelagið Eystan Kongavarða hevur fingið innlit í, verður í nøkrum førum brúkt orðingin at bjóða ”verkætlanina út í alment útboð”. Henda orðing verður m.a. brúkt í eini fíggjarnevndarsamtykt hin 19. sep. 2019 (sí fylgiskjal 2).

Og so seint sum í einum tíðindaskrivið/lesarabrævið hin 08. aug. 2019 skrivar borgarstjórin, Annika Olsen soleiðis: ”Umsitingin hevur í hesi tilgongdini víst á staðsetingar, har til ber at byggja leigubústaðir. Ein av hesum er undir Kongavarða, sum býráðið tók avgerð um at bjóða út í almennari sølu” (sí fylgiskjal 3).

Tað eru tó ongi skjøl í málinum sum á nakran hátt prógva, at lendið er boðið út í almennari sølu, innanfyri heimildirnar í ”Kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn”.

 

Ongin býráðssamtykt um sølu av lendinum í almennum útboðið:

Skjøl í málinum vísa, at Tórshavnar Býráð hin 27. sep. 2018 samtykti at takað undir við eini avgerð hjá Fíggjarnevndini hin 26. sep. 2018 og Byggi- og býarskipanarnevndini hin 26. sep. 2018. Samtyktin byggir á tilmæli frá kommunustjóranum, virkandi tekniska stjóra og býararkitektinum, um at takað undir við endurskoðaða útbjóðingartilfarinum (sí fylgiskjal 4). Tað framgongur ikki av býráðssamtyktini, at samtyktin eisini snýr seg um at bjóða lendi út í almennari sølu.

Verður hugt longur aftur í saksprotokollina hjá býráðnum í hesum málinum (sí fylgiskjal 2), so framgongur í einum reglubrotið mitt á síðu 4 soljóðandi: ”Umsitingin hevur kannað ymsu møguleikarnar í samband við útbjóðing av lendi, soleiðis at vinnan kann fáa fyritreytir, sum líkjast teimum, sum Bústaðir fáa, ella á annan hátt ger tað meira lønandi fyri vinnuna av byggja leigubústaðir”.

Henda orðing gevur eina týðiliga ábending um, at endamálið hjá býráðnum er at geva vinnuni, og ikki almenninginum, møguleika at keypa lendi eftir somu treytum sum Bústaðir kann keypa.

Tað framgongur somuleiðis í 2. reglubrotið á síðu 4 í sama skjali, at kommunan fatar hetta sum útbjóðing av eini verkætlan Undir Kongavarða, og ikki sum alment útboð av lendi.

 

Sølan av lendinum er ikki lógliga lýst:

Tað eru heldur ongi skjøl í málinum sum á prógva, at sølan av lendinum í almennum útboðið, er gjørd sum ásett í §3, stk. 1 í ”Kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn”. Har er ásett, at slík søla skal lýsast í einum av dagbløðunum. Skjøl í málinum vísa, at kommunan á síni egnu heimasíðu, undir ”Verkætlanir”, hevur ein stuttan tíðindastubba, (sí fylgiskjal 5) har ein leinkja so er til áður nevnda útbjóðingartilfarið (sí fylgiskjal 4), meðan ongin lýsing sæst at hava verið í almennum dagbløðum.

 

Innboðin útbjóðing:

Tað er heldur ikki nevnt nakrastaðni í endurskoðaða útbjóðingartilfarinum, sum Býráðið góðkendi hin 27. sep. 2018, at talan er um alment útboð av lendinum (sí fylgiskjal 4).

Tvørturímóti, so vísa skjøl í málinum, at serlig innbjóðing er send eini røð av virkjum, sum fevna um peningastovnar, íleggjarar, byggivirkjum, ráðgevaravirkjum og fakfeløgum og áhugafeløgum (sí fylgiskjal 6).

Tað er tí týðiligt, at talan á ongan hátt er um eina almenna útbjóðing av lendinum, men um eina innbodna útbjóðing av eini byggiverkætlan, við eini fjaldari lendissølu sum partur av verkætlanini.

 

Onki undantaksloyvi frá Heilsu- og Innlendismálaráðnum at selja lendi uttan alment útboð:

Tveir møguleikar fyri sølu av kommunalari fastogn uttan alment útboð eru í ”Kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn”.

Sølan av lendinum hjá Tórshavnar kommunu Undir Kongavarða, uppfyllir tó ikki tær undantaksreglur sum eru nevndar í §2, stk. 1, tí talan er hvørki um sølu til landsmyndugleikar, feløg sum kommunan lógliga kann veita stuðul, øki minni enn 300 m2 ella vanliga kommunala útstykking. Talan er í hesum førinum um sølu til eitt privat felag, sum skal byggja og reka leiguíbúðir.

Sølan av lendinum uppfyllir heldur ikki undantaksreglurnar sum eru nevndar í §2, stk. 2, sum krevur góðkenning frá landsstýrismanninum um frávik frá almennum útboðið. Tað framgongur av skjølum í málinum, sum eigarafeløgini hava fingið innlit í, at tveir fundir hava verið millum umboð fyri Tórshavnar kommunu og Heilsu- og innlendismálaráðið (sí fylgiskjal 7 og 8). Tað framgongur av hesum fundarfrásagnum, at Tórshavnar kommuna hevur sett fram ymsar spurningar, har tó fleiri snúgva seg um at langtíðarleiga økið. Tað framgongur ikki av fundarfrásagnunum, at kommunan biður um undantaksloyvir.

Eigarafeløgini Undir Kongavarða og Eystan Kongavarða bóðu tí hin 6. aug. 2018 um alment innlit í umsókn, málsviðgerð og játtan frá Heilsu- og Innlendismálaráðnum um, at Tórshavnar kommuna kann selja lendi uttan alment útboð.  Heilsu- og Innlendismálaráðið hevur í telduposti hin 09. aug. 2019 svara eigarafelagnum, at ongin umsókn er frá Tórshavnar kommunu um loyvi til sølu av umrødda lendi uttan alment útboð (sí fylgiskjal 9).

 

Ógyldug tilboð:

Í útbjóðingartilfarinum hjá Tórshavnar kommunu eru í pkt. 5 ásettar ymsar treytir fyri um hvat tilboð frá tilboðsgevarum skal innihalda (sí fylgiskjal 4). Ásett er, at tilboðið skal latast inn skrivligt, saman við váttan frá peningastovni um tøka fígging. Tilboðið skal somuleiðis innihalda tíðarætlan fyri byggingina. Víðari er ásett í útbjóðingartilfarinum, at tilboð sum ikki lúka týðandi krøv í útbjóðingartilfarinum, verða ikki tikin við.

Tilboðið hjá Sp/f NN Holding er sera stuttorða. Felagið boðar frá, at bjóða verður 157,- kr/m2, svarandi til 1.648.500 fyri 10.500 m2. Eisini verður boða frá, at felagið kann byggja og reka 180 íbúðir á 60 m2 á økinum (sí fylgiskjal 10).

Hóast at kravd var ein tíðarætlan fyri byggingina, so var ongin tílík latin inn við tilboðnum.

Av eini fundarfrágreiðing frá fundi hin 8. nov. 2018  - tvs. 3 dagar eftir at tilboðið varð móttikið - millum Sp/f NN Holding og Tórshavnar kommunu framgongur, at nú er talið av íbúðum brádliga lækkað til 150. Keyparin førir eisini fram, at ein av teirra fortreytum er, at teir skulu hava loyvi at selja 20 av íbúðunum, og at leiga restina út (sí fylgiskjal 11).

Bæði orsakað av manglandi tilfarið í samband við tilboðið, og orsakað av at tilboðsgevarin greitt boðar frá nøkrum fortreytum um sølu av íbúðum, sum ikki er í samsvar við útbjóðingartilfarið, átti Tórshavnar kommuna at avvíst tilboðnum, tí tað lúkur ikki týðandi krøv í útbjóðingartilfarinum.

Tað gjørdi Tórshavnar kommuna tó ikki.

 

Niðurstøða:

Tað tykist sum at Tórshavnar kommuna í hesum málinum ikki skilir ímillum sølu av lendi, og útboð av verkætlanum, sum eru reguleraði sambært ymiskari lóggávu.

Verkætlanir verða vanliga bodnar út við heimild í ”Løgtingslóg nr. 106 frá 15. november 1984 um útbjóðing v.m., við seinni broytingum”, meðan søla av kommunalari fastogn skal fylgja ásetingunum í ”Kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn”.

Hóast pástandir frá Tórshavnar kommunu um, at sjálvt lendi er boðið út alment, so vísa skjølini í málinum ein framferðarhátt hjá kommununi, har tað stendur púra greitt, at lendi er ikki boðið út alment, sum ásett í lóg.

Sølan av lendinum er í staðin vavd uppí útboð av eini verkætlan um bygging av leiguíbúðum Undir Kongavarða á ein slíkan hátt, at tað ber brá av eini roynd at koma uttanum lógarásetingarnar um sølu av kommunalari fastogn.

Sum lýst frammanfyri, so uppfyllir hendan sølan av lendinum Undir Kongavarða, hjá Tórshavnar kommunu, heldur ikki tær undantaksreglur sum eru nevndar í ”Kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn” §2, stk. 1 og stk. 2, eins og sølan heldur ikki lúkur krøvini í §3, stk. 1 í kunngerðini um á hvønn hátt og hvar lendi skal lýsast til sølu í almennum útboðið.

Hóast at Heilsu- og Innlendismálaráðið sambært fundarfrágreiðing frá 29. aug. 2018 hevur víst á, at tað ikki er loyvt at geva stuðul til einstaklingar, og at kommunan ikki kann selja um tað ikki er nøktandi prísur (sí fylgiskjal 7), so ber framferðarhátturin hjá Tórshavnar kommunu í samband við lendissøluna týðiliga brá av, at lendi er selt fyri langt undir vanligan kendan marknaðarprís og er ein fjaldur stuðul til privata felagið sum hevur keypt.

Eigarafeløgini Undir Kongavarða og Eystan Kongavarða skulu tí hervið kæra Tórshavnar kommunu fyri at hava selt part av matr. nr. 255a til Sp/f NN Holding, Smiðjugerði 4, Postrúm 1331, 110 Tórshavn, uttan neyðuga heimild.

Eigarafeløgini vilja tí hervið biðja um, at Heilsu- og Innlendismálaráðið áleggur Tórshavnar kommunu, beinanvegin at afturkallað lendissøluna til part av matr. nr. 255a til Sp/f NN Holding. Somuleiðis verður biðið um, at Heilsu- og Innlendismálaráðið gevur Umhvørvisstovuni boð um at nokta umsóknini frá Tórshavnar kommunu um sundurbýtið av matr. nr. 255a, Kirkjubøur.

 



Eigarafelagið Undir Kongavarða & Eigarafelagið Eystan Kongavarða

 

 

Avrit sent til:

Tórshavnar kommuna, Vaglið, 100 Tórshavn

Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, Postboks 2048 - FO-165 Argir