Kaj Leo helt Edmund uttan fyri ávirkan

Úrslitið var, at flokkurin fór í skeiva samgongu og síðani hevur avreitt stýringina av Føroyum til Fólkaflokkin, sigur fyrrverandi formaður Sambandsfloksins í nýggjari bók

Úrslitið var, at flokkurin fór í skeiva samgongu og síðani hevur avreitt stýringina av Føroyum til Fólkaflokkin, sigur fyrrverandi formaður Sambandsfloksins í nýggjari bók.

 

Leiðslan í Sambandsflokkin helt Edmund Joensen uttanfyri, tá tey gjørdu av at skipa sagongu saman við Fólkaflokkinum. Tað avdúkar Edmund Joensen í bók síni, sum kemur út hósdagin.

 

Edmund Joensen hevur fleiri ferðir funnist at Sambandsflokkinum og stevnuni hjá Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Edmund Joensen er ein teirra, ið heldur rimmar fast um ríkisfelagsskapin og samstundis undirstrikar ta sosialu dimensjónina í sosialliberalu stevnuni hjá Sambandsflokkinum. Hinvegin hevur hann eisini sum fyrrverandi oddamaður og stórur arbeiðsgevari eisini innlit í føroyskt vinnulív.

 

Hetta við »ordiligum sambandi« er undirliggjandi tónleikur í kapitlinum um flokkin í bókini »Okkara maður á Christiansborg«.

 

Fólkatingsmaðurin torir at finnast harðliga at sínum egnu, og í bókini roynir hann at vísa á, hvussu Sambandsflokkurin er gliðin langt av kós.

 

Í bókini avdúkar Edmund Joensen, at leiðslan í Sambandsflokkinum valdi at halda seg uttan fyri, tá ið verandi samgonga varð skipað. Úrslitið var, sambært fólkatingsmanninum, at flokkurin fór í skeiva samgongu og síðani hevur avreitt stýringina av Føroyum til Fólkaflokkin:

 

– Longu tá var greitt, at Sambandsflokkurin heldur átti at valt Javnaðarflokkin og tveir av smáu flokkunum sum samstarvsfelagar. Í 2011 stóð Javnaðarflokkurin veikur og við nýggjum formanni, og flokkurin hevði helst góðtikið krav Sambandsfloksins um at normalisera ríkisveitingina, og vit høvdu sloppið undan dupultspæli Javnaðarfloksins á Fólkatingi. Saman við Javnaðarflokkinum og øðrum flokkum á tingi hevði helst eisini borið til at fingið ein veruligan reform av fiskivinnuni ígjøgnum, skrivar Edmund Joensen í bókini.

 

Sostatt er bókin hjá sambandsmanninum á Christiansborg ein saltvatnsinnspræning til sambandsfólk.

 

– Líka síðani fullveldisretorikkurin í 1990-árunum fekk fastatøkur á flokkum á tingi, á miðlum og pørtum av almenninginum, hava sambandsfólk helst saknað eina sambandspolitiska innspræning, ið ikki frammanundan er farin ígjøgnum filtrið hjá fjølmiðlum ella politiskum mótstøðufólkum. Fyri onnur enn sambandssinnað er innihaldið í bókini helst eisini viðkomandi, tí tað setur krøv og bjóðar av, skrivar fyrrverandi formaðurin í Sambandsflokkinum í formælinum.