KANN EITT FÓLK AVRIKA MEIRA ENN TVEY FÓLK?

Sjúrður Skaale

Góði veljari!
Ímynda tær, at tú ert arbeiðsgevari.
Tú hevur tvey arbeiði, sum skulu gerast. Tú hevur tvær lønir, sum skulu rindast. Hvussu heldur tú, at mest kemur burturúr?
Er tað best at geva einum fólki báðar lønirnar, og seta tað at gera bæði arbeiðini? Ella er tað best at seta tvey fólk, og geva teimum hvør sína løn?
Tú veist, hvat er best. Tí eingin kann røkja tvey størv til lítar í senn.
Valdagin kanst tú velja umboð á fólkating, sum longu hava annað starv. Hesi kunnu ikki og fara ikki fara at røkja starvið á fólkatingi til lítar.
Men tú kanst eisini velja fólk, sum fer at arbeiða fyri sína løn.
Ger tað.
Vel ein, sum arbeiðir.