VIDEO: Grimsby legði fyri í nýggja árinum við einum sigri

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Fleetwood-Grimsby Town 0-1 (0-0)

 

 

 

 

Geza David Turi og liðfelagarnir í Grimsby Town vóru ikki meir enn lidnir at skjóta fýrverkið av, so máttu teir ferðast til Fleetwood, ið var - eins og Grimsby - ein væl kendur fiskivinnubýur millum føroyingar í gomlum døgum.

 

Í dysti á útivølli í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini eydnaðist tað Grimsby at vinna 1-0 á Fleetwood. Sigursmálið var skotið heilt móti dystarenda. Darragh Burns legði bóltin inn í brotsteigin hjá hjá Fleetwood, har Jaze Kabia stútaði sigursmálið í netið beint frammanfyri fegnu viðhaldsfólkunum hjá Grimsby.

 

Geza fekk 63 minuttir á vøllinum í dag. Hetta er triði dysturin á rað, at Geza fær spælitíð. Frá Soccerstand/Flashscore fær Geza næstbesta karakterin av øllum leikarunum hjá Grimsby. Geza fær 7,5 (av 10 møguligum). Miðalkarakterurin er 7,1. 

 

Grimsby er nummar 12 í deildini við 34 stigum. Teir eru fimm stig frá sjeynda plássinum, ið gevur rætt til at spæla um uppflyting við kappingarenda.

 

Longu sunnudagin klokkan 15 er aftur dystur á útivølli á skránni hjá Grimsby. Hesaferð móti Cambridge United.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 1-0 sigrinum hjá Grimsby Town í útidystinum í Fleetwood:

 

##med2##