Nú illveður herjar um landið, og nógvar avlýsingar eru, spyrja fleiri helst hvørji rættindi tey hava, tá ið tey ikki sleppa til arbeiðis fyri veður
Starvsmannafelagið staðfestir, at tað eru summi, sum hava krav upp á løn ein dag sum í dag, har tey ikki sleppa til arbeiðis. Men onnur hava ikki rætt til løn.
Felagið sigur, at starvsfólk hjá landinum hava rætt til løn, tá ið tey ikki sleppa til arbeiðis fyri veður. Hinvegin hava kommunrnar ongar felags reglur tí tær avgera hvør sær, um fólk verða trekt í løn ella ikki.
Starvsfólk hjá landinum eru fevnd av eini reglu sum sigur, at er veðrið so vánaligt, at tann almenna ferðslan liggur lamin, soleiðis sum hon hevur gjørt í dag, hava tey rætt til at fáa løn, hóast tey liggja heima.
Hjá kommununum eru ongar felags reglur um forfall fyri veður. Kommunurnar avgera hettar sjálvar hvør í sínum lagi. Eru ongar reglur, hava starvsfólkini heldur ikki rætt til løn ein óveðursdag sum í dag.
Eitt nú vísir Starvsmannafelagið á, at Tórshavnar kommuna, sum er tann kommunan, haðani nógv flest fólk, koma úr øðrum bygdum at arbeiða, hevur ongar felags reglur, soleiðis sum Landið hevur.
Starvsmannafelagið heldur at tað er órættvíst, at munur verður gjørdur á á starvsfólkum hjá landi og kommunum á hesum øki.
– Starvsmannafelagið hevur fleiri ferðir tikið henda spurningin upp við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, tí vit halda, at tað kann ikki verða rætt, at starvsfólk sjálvi skulu gjalda fyri fráverudagar fyri veður, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum, Suni Selfoss, í eini fráboðan í dag.
Felagið hevur heitt á Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, um at fáa felags reglur fyri kommunurnar, men svarið hevur verið, at einstøku kommunurnar ráða fyri hesum sjálvar.
– Eg fái meg ikki til at trúgva, at kommunurnar eru áhugaðar í, at teirra starvsfólk seta lívið í váða, fyri at møta til arbeiðis, samstundis sum almenna samferðslan, og býbussar liggja lamin fyri vegur, veður, sigur Súni Selfoss.