Nú skulu viðurskiftini hjá teimum eldru í Suðuroynni kannast.
Tað er stýrið fyri Suðuroyar Ellis og Røktrheim sum hevur tikið stig til kanningina.
Í farnu viku fingu allir suðuroyingar yvir 50 ár eitt spurnarblað sendandi við postinum.
Ellis- og røktarheimð hevur heitt á tveir lærarar í Miðnámsskúlanum í Vági um at gera sjálva kanningina og at útgreina svarini.
?Tey, sum svara spurningunum skulu ikki seta navnið á sær nakrastaðni, tí kanningin er 100% loynilig, sigur John Mortensen, sum er annar lærarin, sum stendur fyri kanningini.
Hann sigur, at av tí sama kunnu fólk trygt vera púra erlig, tá ið tvey svara, tí tað er ómøguligt at finna tann einstaka svararan aftur.
? Tað er heldur ikki hvør einstakur svarari, ið hevur nakran sum helst áhuga. Tí tað einasta vit vilja, er at fáa eina heildarmynd, leggur hann afturat.
Men hann leggur eisini dent á, at skal kanningin føra til eitt brúkiligt úrslit, er tað av alstórum týdningi, at spurnarbløðini verða send aftur. Tey, sum skipa fyri kanningini heita tískil á fólk um at svara spurningunum. Tey, sum ikki svara sjálvi, kunnu fáa onkran at hjálpa sær, eitt nú børn, heimahjálp ella onkun annan, sum tey hava álit á.
Kann loysa seg
Í farnu viku skuldu næmingar á Miðnámsskúlanum ganga runt og heinta spurnarbløðini innaftur.
Men tað ber eisini til hjá fólki at senda tey innaftur sjálvi, tí brævbjálvi fylgir við, har móttakarin longu er skrivaður á.
Tað er bara at seta frímerki á og at fáa brævið í postin.
Og tað er onki at ivast í, at tað kann loysa seg hjá tí einstaka at senda svarini innaftur, tí ætlanin við hesi kanningini er ikki bara at lýsa tørvin á bústaðum til tey eldru, sum hann er nú.
? Ætlanin er eisini at kanna, hvussu tey, sum enn eru eitt sindur yngri, kundu hgsa sær at búð í eldri árum.
Tí hava øll, sum eru 50 ár og eldri, fingið spurnarblað sendandi.
Ætlanin er nevniliga, at tey svarini, sum koma inn, skulu verða grundarlagið undir einum meiri miðvísum og betri skipaðum eldrapolitikki í Suðuroynni.
Tað er onki at ivast í, at tað er ein stórur tørvur á eldrabústaðum í Suðuroy.
Eini 50 fólk standa á bíðilistanum hjá Suðuroyar ellis- og Røktarheimi og mangan tekur tað fleiri ár at sleppa inn.
Harumframt hava eini 30 fólk biðið um umsóknarblað til eldrasambýlið í Vági, har pláss er fyri 10-11 fólkum, tað fer at taka fólk inn í september.
Og í Hvalba verður eisini sambýlið til eini 10 fólk skjótt tikið í brúk.
?Men tað er onki at ivast í, at tørvurin er nógv størri enn so, tí tað er so ringt at sleppa inn, at tað eru helst mong, sum tíma at søkja, tí tey sleppa ikki inn kortini, heldur John Mortensen.
Hann sigur, at tilboðini eru eisini ógvuliga eintáttað, talan er bara um ellis- og røktarheim, ella sambýli. Tí verða fólk eisini spurd í kanningini, um tey kundu hugsað sær fleiri møguleikar, sum t.d. at flutt í serstakar eldraíbúðir, eldrahús, ella vardar íbúðir, tá ið tey komu upp í árini.
Men skal tað bera til hjá eldri fólki at kunna flyta í eldraíbúði, ella eldrahús av onkrum slag, er tað ein fortreyt, at tey sleppa av við tey gomlu húsini.
?Tí má tað verða ein sethúsamarknaður í Føroyum, soleiðis, at fólk keypa tey gomlu húsini, ístaðin fyri at hvørt ættarlið byggir nýtt hvørja ferð.
John Mortensen sigur, at ein máti kundi verið at gjørt onkrar skipanir, t.d. ígjøgnum húsalánsgrunnin, sum gjørdi tað lættari at yvirtaka gomul hús og at gera nakað við tað.