Nógv tekin eru í sól og mána, at føroyingar ikki fara at fáa ta stóru fótbóltsupplivingina frammanfyri sjónvarpsskýggjanum í morgin.
Eftir tí sum frættist, so fer ungarski Márton Fülöp helst at verja málið hjá Manchester City í tí alt avgerandi dystinum ímóti Aston Villa, sum byrjar á City of Manchester leikvøllinum í morgin klokkan 15. Hetta tí Manchester City venjarin, Roberto Mancini vil hava ein málverja, sum hevur fleiri royndir enn Gunnar Nielsen.
Men tað eru nú ikki so ræðuliga jaligar royndir, sum tann 27 ára gamli Márton Fülöp hevur úr Premier League, um vit hyggja uppá kappingarárið 2009/2010.
Bjargingarprosentið hjá Márton Fülöp er niðri á 56 prosentum, sum er rættiliga lágt fyri ein málverja í fótbólti.
Márton Fülöp hevur reint út sagt tað lægsta bjargingarprosentið av teimum málverjunum, sum hava spælt fimm ella fleiri dystir í Premier League hetta kappingarárið.
Men tann 27 ára gamli, Márton Fülöp hevur so spælt 106 dystir í ensku liguni við Chesterfield, Coventry City, Leicester City og Sunderland. Og hann hevur spælt 20 A-landsdystir fyri Ungarn, og hesar royndirnar gera óivað útslagið í seinasta enda.