TÍÐINDASKRIV
Fyri eini tíð síðani gjørdu 6 ymiskar samkomur í Føroyum eitt samtak av fríum evangeliskum samkomum, ið m.a. skal virka fyri at arbeiða saman viðvíkjandi stórum felagstiltøkum s.s. fundarøðum, seminarum v.m. Hesar samkomur eru: Betania, Skopun, Keldan, Skálabotnur, Lívsins Orð, Runavík, Evangeliihúsið, Havn, Samkoman Rhema, Havn, og Filadelfia í Havn.
Nýggjar samkomur
uppí
Síðani samtakið varð stovnað hevur verið arbeitt við at fingið fleiri samkomur upp í felagsskapin og er hetta eydnast. Higartil eru tvær samkomur komnar upp í afturat og eru tað: Zion í Vági og Saron í Vestmanna. Roknað verður við, at fleiri samkomur fara at koma uppí, sum tíðin líður.
Stór felagsmøtir í
Læraraskúlahøllini
Eitt av endamálunum við samtakinum er at kunna skipa fyri stórum felagstiltøkum runt landið, har fleiri samkomur eru við. Ætlanin er at gera nýtslu av føroyskum kreftum mest møguligt. Komandi vikuskiftið, 16.-18. mars, verða stór møtir í Læraraskúlahøllini í Havn, har Samtakið KARISMA alment verður proklamerað. Møtini verða fríggjakvøldið og leygarkvøldið kl. 20 og sunnudagin kl. 18.
130.000 kr. til
Lindina
Leygarkvøldið verður eitt serligt kvøld, har kekkur áljóðandi kr. 130.000 verður handaður umboðum fyri Lindina. Leiðslan fyri Karisma hevur gjørt av at lata hsa gávu til ein sendara til Suðuroynna, so eisini suðringar kunnu hava møguleika at hoyra kristna útvarpið. Mett verður, at ein slíkur sendari kostar umleið 130.000 krónur.
Skipar fyri stórum
evangeliskum tiltøkum
Annars kann eisini upplýsast, at skipað verður fyri stórum evangeliskum fundarøðum í apríl og á hvítusunnu.
Í apríl kemur kendi afrika evangelisturin úr Kenya, Teresa Wairimu, til Føroya. Hon er ein Harrans tænari, ið samlar upp til fleiri hundrað túsund fólk á møtirøðum sínum í Afrika. Stór undur og tekin og grøðingar henda, meðan hon prædikar. Henda fundarøðin verður í Ítróttarhøllini í Runavík í døgunum 20.-22. apríl.
Aril Edvardsen til
Føroya á hvítusunnu!
Stóri kendi norski evangelisturin Aril Edvardsen kemur til Føroya á hvítusunnu at halda stóra evangeliska kampanju í Ítróttarhøllini á Nabb. Tað eru nógv ár síðani, at Aril hevur verið í Føroyum, men nú kemur hann so aftur. Síðst hann var fylti hann Ítróttarhøllina. Aril Edvardsen er m.a. kendur fyri sítt sera stóra missiónsarbeiði runt allan heimin í yvir 200 londum. Sarons Dal hevur í dag umleið 1300 innføddar trúboðarar ? harav fleiri verða undirhildnir úr Føroyum. M.a. er eitt stórt satelittarbeiði eisini í gongd. Hetta satelitt arbeiði nær stórt sæð allan tann muslimska heimin, uml. 1,2 milliardir menniskju. Eisini hevur Aril skrivað yvir 40 bøkur.