Í kvøld 8. mars vera Karl Martin Samuelsen og Mikkjal Hvannastein at hoyra live í Fortuna. Báðir eru kendir innan tann føroyska tónleikaheimin.
Karl Martin er serliga frá Hjarnar og sum sangari/kór á eitt ótal av útgávum. Hann verður tískil av nógvum hildin at vera millum bestu sangararnar í Føroyum - um ikki tann besti.
Mikkjal hoyrir til eitt annað ættarlið og hann er kendur frá I AM. Umframt hetta hevur hann eisini verið við á nógvum útgávum sum tónleikari og ikki eru tað nógvir, ið kunnu taka hann í gittarspælið -av sonnum ein guitarsnillingur.
Ja, so er ikki ringt hjá tí kræsna tónleikaoyranum at ímynda sær, hvørjar tónleikaliga upplivingar hesir báðir kunnu geva áhoyrarnum á Fortuna í kvøld.
Í Barok fer Ólavur Larsen úr Fuglafirði at vera dj og tað fer bæði at vera nýggjur og eldri tónleikur á skránni