Keir Starmer hevði vitjan av palestinska forsetanum

Mahmoud Abbas segði seg virða bretska lyftið um viðurkenning av einum palestinskum ríki, um Ísrael ikki broytir kós

 

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, hitti palestinska forsetan, Mahmoud Abbas, í London í gjár.

 

Eitt talsfólk fyri forsætisráðharran sigur, at teir báðir leiðararnir umrøddu tørvin á einar skjótari loysn av ræðuligu líðingini og svøltanini í Gazageiranum.

 

Teir umrøddu eisini leyslating av ísraelsku gíslunum, sum Hamas framvegis hevur sitandi í fangilsi í Gazageiranum.

 

Sambært talsfólkinum segði Mahmoud Abbas seg virða bretska lyftið um viðurkenning av einum palestinskum ríki, um Ísrael ikki broytir kós.

 

Fundurin millum palestinska forsetan og bretska forsætisráðharran er fyri ST-aðalfundin, sum liggur fyri framman.

 

Hetta veit norska kringvarpið - NRK - at siga í nátt.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at Mahmoud Abbas er 89 ára gamal. Hann er føddur hin 15. november í 1935 og hevur sitið í forsetaembætinum síðan hin 15. januar í 2005.