Keir Starmer leggur frá sær sum Labour-leiðari og forsætisráðharri

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, hevur boðað frá, at hann leggur frá sær sum leiðari fyri Labour-flokkin og sum forsætisráðharri í Bretlandi.

Keir Starmer hevur nú boðað frá, at hann hevur lagt frá sær sum formaður í Labour og sum forsætisráðharri í Bretlandi. Mynd: Henry Nicholls/AFP/Ritzau Scanpix

Tað segði hann fyri løtu síðani í einari røðu uttan fyri 10 Downing Street í London.

Starmer upplýsti samstundis, at hann longu hevur kunnað Charles kong um avgerðina.

BBC hevði undan røðuni boðað frá, at væntandi fór Starmer at leggja fram eina ætlan um at leggja frá sær.

Uppsøgn hansara kemur eftir vaksandi trýst á Starmer innan úr Labour-flokkinum. Serliga er trýstið vaksið, eftir at Andy Burnham í síðstu viku varð valdur í bretska parlamentið og harvið fekk møguleika at bjóða Starmer av sum floksleiðara.

 

/ritzau/

##med2##

##med3##

##med4##

 

Keir Starmer hevur nú boðað frá, at hann hevur lagt frá sær sum formaður í Labour og sum forsætisráðharri í Bretlandi. Mynd: Henry Nicholls/AFP/Ritzau Scanpix