Kemilux bjóðar vaskifólki á skeið

- Tað er umráðandi at brúka sápu, har tað er neyðugt  og tað er tað í nógvum førum, um køkar, skrivstovur, stovnar og virkir skulu halda neyðuga reinføri. Men tríggjar ferðir ov nógv sápa, kann saktans gera vaskingina tríggjar ferðir verri, sigur stjórin í Kemilux, Debes Petersen, sum bjóðar fólki, ið vaska á arbeiðsplássum kring landið, á vaskiskeið

Vaskikunning

Kemilux er nú meira miðvíst farið undir at læra fólk, sum fáast við vanliga reingerð kring landið, at vaska og brúka sápu við atliti til reinføri og umhvørvi.
Higartil hevur fyritøkan skipað fyri tveimum skeiðum í vaskikunning í bygninginum hjá Poul Mohr á Sandvíkarhjalla, og á tí fyrra skeiðnum var Sosialurin fram við eina løtu.

Fleiri framløgur
Tey, sum hava havt framløgur á skeiðunum hjá Kemilux, eru Jóhanna Zachariassen, góðskuleiðari, Lena Ziskason, laborant teknikari, Jón Miðberg, sum hevur verið sølumaður í mong ár, Rebecka Rubecksdóttir, sølufólk og Hans Andrias (Hassadi) Midjord, sølufólk.
Stjórin í Kemilux, Debes Petersen, sigur, at hvørt skeiðið higartil hevur vart í tríggjar tímar, frá 13-16, men fyritøkan hugsar sær, at skeiðini verða fyriskipað frá morgunstundini.
- Fleiri av teimum, sum hava verið við á hesum skeiðum, vaska á ymiskum stovnum, skrivstovum og arbeiðsplássum eftir arbeiðstíð, og tí noyðast tey ofta beint til arbeiðis, tá ið skeiðið er av.

Lítil kostnaður
Hann sigur, at tað eru sølufólkini hjá Kemilux, sum hava bjóðað vaskifólki til hesa vaskikunning. Talan er bæði um viðskiftafólk hjá Kemilux og onnur, sum ynskja at luttaka á slíkum skeiði.
- Tá ið vit hava fingið eitt hampiligt tal av fólki, sum hava hug at koma á skeið, hava vit havt hesa vaskikunning, sum vit rópa tað.
Tað eru vanliga arbeiðsplássini, sum senda fólk á skeiðini hjá Kemilux, og hetta er ikki nøkur stór íløga. Skeiðini eru nevniliga rættiliga bílig.
- Vit hava tikið 250 krónur frá hvørjum luttakara  við mvg, so hetta er ikki nakað, ið tyngir serliga nógv um hjá arbeiðsgevaranum, sigur Debes Petersen.
Hinvegin, sigur hann, kann tað eisini spara um nýtsluna av sápu, at fólk fáa hesa kunning og vegleiðing.

Sápa neyðug
Tey, sum higartil hava verið til vaskikunning hjá Kemilux, eru vaskifólk, sum eitt nú vaska skúlar, skrivstovur og stovnar.
Kemilux er útbjóðari av øllum, sum vaskifólk hava brúk fyri, bæði sápu og øllum teimum amboðum, sum brúkt verða til vasking og reingerð.
- Í dag er tað líkasum vorðin "móti", at fólk í minst møguligan mun skulu brúka sápu til reingerð. Tað er umráðandi at brúka sápu, har tað er neyðugt  og tað er tað í nógvum førum, um køkar, skrivstovur, stovnar og virkir skulu halda neyðuga reinføri.
Men, leggur Debes aftrat:
- Sápa skal brúkast við skili, og umráðandi er at brúka røttu sápuna til rætta endamálið. Vit læra vaskifólk um, hvussu umráðandi tað er at lesa etikettina, sum sigur, hvussu sápan skal blandast.

Alt við skili
Hann vísir á, at tríggjar ferðir so nógv sápa, sum etikettin sigur, kann merkja, at hølini  í staðin fyri at vera rein  saktans kunnu gerast tríggjar ferðir so skitin, um man so kann siga.
- Tí er umráðandi, at vaskifólk eru nærløgd og leggja sær í geyma, hvussu sápan skal brúkast í reingerðini, sigur hann.
Kemilux selir eisini onkrar lappar, sum eru ætlaðir til at pussa rútar við.
- Hesir lappar skulu vætast, og síðan verða rútarnir pussaðir - við ongari sápu, sigur Debes Petersen, stjóri á Kemilux.