Kemur nýtt frá The Beatles í morgin?

Á heimasíðuni hjá heimskenda tónleikabólkinum The Beatles eru eini heldur forvitnislig boð.

 

Har stendur snakað soleiðis: Gott er í væntu hjá teimum, ið hava tol at bíða.

 

Og so er ein klokka, ið telur niður til í morgin.

 

Ilt er at siga, hvat skal leggjast í hesi boð, men spennandi er í hvussu er at fylgja við.

 

The Beatles gavst sum bólkur í 1970, og í dag eru bert Paul McCartney og Ringo Star eftir á lívi av teimum fýra, ið mannaðu bólkin.

 

##med2##