Kendi danski sangarin Teddy Edelmann doyði í nátt. Hann fór stillisliga, eftir at hava verið sjúkur í longi tíð.
Hann er m.a. kendur fyri sangirnar Himmelhunden og Vesterbro.
Hann var føddur í 1941 á Vesterbro, og Keypmannahavn gjørdist í stóran mun karmur um hansara tónleikaleið, sum byrjaði í 1950'num.
Teddy Edelmann gjørdist 76 ára gamal.