Tann kendi sjónvarpsverturin og undirhaldarin, John Stewart, skal í summar leikstjóra film, um journalist, ið bleiv fongslaður í Iran.
Tískil hevur tann 50 ára gamli John Stewart biðið sær frí í tveir mánaðir frávertsleiklutinum í The Daily Show, sum esini hevur verið at sæð í føroyskum sjónvarpi.
Filmurin, ið hann skal leikstjórna, er um kanadiska-iranska journalistin Maziar Bahari, ið bleiv settur í fongsul í Iran í 2009, eftir at hava verið atfinningarsamur mótvegis stýrinum.
Tað verður bretski komikarin John Oliver, ið verður vertur í The Daily Show, meðan John Stewart hevur frí. Oliver er frammaundan korrespondentur í sendingini, sum hevur eina rúgvu av hygjarum kring allan heim.
Filmurin, sum Stewart skal leikstjórna, hevur heitið Rosewater, og byggir á endurminningar hjá Maziar Bahari.
Í 2009 bleiv journalisturin fongslaður eftir at hava verið atfinningarsamur móti stýrinum í Irak, og í fongslunum bleiv hann tortureraður bæði kropsliga og sálarliga.