TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr dagsins fótbóltspanel, sum var mannað við kenda venjaratoyminum, sum hava vant lið saman í B36, EB/Streymi og Víkingi, har teir hava vunnið FM við B36, greipuna við EB/Streymi og steypakappingina við Víkingi.
Tróndur Arge var vertur, og fór saman við Magna og Sigfríða gjøgnum tíðarskeiðini teir hava havt saman, sum venjaratoymið.
Á skránni var eisini, at Magni og Sigfríður skuldu seta eitt All Star lið við teimum bestu spælarunum teir hava vant saman, og har var ikki 100 prosent semja teirra millum. Eisini var enda við einari stuttligari spurnarkapping.