KÍ skrivar soleiðis í kvøld:
Hon hevur spælt 333 dystir í bestu deildini og skorað ikki færri enn 420 mál. Seinastu 13 árini er hon vald til árins áleypara 11 ferðir, og seinastu 14 árini hevur hon verið toppskorari 11 ferðir í bestu kvinnudeildini.
Tað er ein stórur styrkur KÍ hevur fingið til álopið, nú uppstarturin til kappingarárið er farin í gongd. Í fjør vunnu KÍ kvinnurnar bestu føroysku deildina fyri 24 ferð. Hetta merkir samstundis, at liðið skal spæla Champions League fótbólt í summar, og málið er klára seg betri hesaferð enn nakrantíð áður.
- Vit eru sera glað fyri at Heidi hevur valt at koma til Klaksvíkar at spæla fótbólt. Heidi hevur seinastu árini verið Føroya besti áleypari, og vit hava brúk fyri hennara dygdum, nú vit seta hol á eitt nýtt kappingarár. Hon kemur til ein sera stekan hóp, við nógvum sera sterkum leikarum.
- Til landsliðssamlingina, sum júst hevur verið, vóru ikki færri enn 12 leikarar frá KÍ úttiknir, so vit hava eitt sera sterkt lið við ótrúliga dugnaligum leikarum. Tí trúgva vit upp á, at vit eiga at kunna gera ein enn størri vørr bæði í lands- og steypakappingini, og tá ið vit skulu spæla í Champions League, sigur Jógvan Skorheim, ið hevur ábyrgd av besta liðnum hjá KÍ kvinnum.
- Eg eri ordiliga spent upp á at fara til KÍ, hóast tað sjálvandi eisini er sorgblítt at steðga hjá NSÍ. Tað hevur verið stuttligt at spælt við NSÍ seinastu árini, og tikið kappingina upp við KÍ, sum hevur verið rættiliga einaráðandi í føroyskum fótbólti. KÍ hevur eitt krútsterkt lið, har allar arbeiða hart fyri hvørja aðra, og eg gleði meg at koma inn í ta mentanina hjá KÍ.
- Tað er eisini eyka spennandi at KÍ skal spæla Champions League fótbólt í ár. Eg eri sannførd um, at KÍ hevur góðan møguleika at klára seg víðari við tí styrkinum, sum liðið hevur, sigur Heidi Sevdal, sum tó vísur á, at einki kemur uttan hart arbeið.
Fyrsta venjingin hjá Heidi í KÍ var týskvøldið.











