Ummælari: Dirvið framvegis tað sama at siga tingini bart út

Sjálvsævisøguligt ella ei, so ivast vit ikki eina løtu í sannleikavirðinum í lýsingini av einum sjómanni, sum onkra løtu umborð á skipi útlivir sín samkynda samleika, ið verður hildin niðri, meðan hann er heima hjá konu og børnum, skrivar ummælarin.

Kinna Poulsen, ummælari, hevur lisið yrkingasavnið Ullarljóð eftir Jóanes Nielsen.

 

At byrja við lesi eg savnið sum var tað sjálvsævisøguligt og hugsi um hvørt hetta man vera fyrstu ferð í føroyskum bókmentum, at ein yrkjari “outar” pápa sín við at avdúka, at hann var samkyndur. Seinni varnist eg allar teir mongu upplýsingarnar í bókini, sum ikki samsvara við veruleikan, eitt nú heitið á fyrsta yrkingasavninum hjá yrkjaranum, sum í veruleikanum var Trettandi mánaðin, men sum sambært Ullarljóðum er Náttarinnar síðugøtur. Navnið á dóttrini er heldur ikki rætt og so er spurningurin um avdúkingin av faðirliga skápsbøssanum heldur ikki er eftirfarandi ella um allar tær kreativu uppfinningarnar og frávikini frá veruleikanum bara skulu minna lesaran á poetiska sannleikavirðið, sum jú altíð hevur størri týdning enn tað, sum tilvildarligar gølusøgur leggja upp til.

 

Hetta skrivar Kinna Poulsen millum annað í ummælinum á listaportalinum.

 

Ummælið kann lesast her í fullari longd: Hvøll Ullarljóð — Listaportal