Áki Johansen: Norðurlond frammaliga hjá bretum

Tað er ikki nogv hent higartil, sigur Áki Johansen, sendimaður Føroya í London.

 

Í samband við Brexit atkvøðuna í summar, ætlaði Uttanríkismálaráðið at fylgja væl við hvat fór at henda. Tað hevur jú týdning fyri politisku skipanina hjá okkum og fyri føroyska vinnulívið hvusu leikur fer fram.

 

Áki Johansen sigur, at fyrst og fremst eru tað handilssamráðingar, sum fara fram og har eru tað tey lond, ið Bretland hevur stóran samhandil við, ið koma í fyrstu rekkju. Tað eru lond sum USA og Kina, men Norðurlond eru eisini nevnd frammaliga. Í tí eru útnorður og harvið Føroyar eisini íroknaðar.

 

- Vit útflyta matvørur til Bretlands og tað vilja tey sjálvandi framhaldandi hava, tí eru góðir møguleikar hjá okkum at fáa ein góða avtalu.

 

Tað eru nógvar óvissur í samband við tað, at Bretland skal úr ES. Tað skulu nógvar samráðingar til. Nógv hava bíða eftir útspælinum frá Theresu May. Konservativi flokkurin hevur ársfund í hesum døgum og nógv vænta, at linjan verður løgd her.

 

- Tað eru nógv, ið bíða spent til fundin, fyri at vita hvat útspælið fer at verða, sigur Áki Johansen.