KÍ vann stórsigur í Trongisvági

1. DEILD: Jákup N. Vilhelmsen var tvímálaskjútti, tá ið TB legði rygg til stórtap á heimavølli

Stigatalvan legði ikki upp til, at tað skuldi verða KÍ, sum vann stórsigur, tá ið TB í kvøld hevði vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ. TB er topplið við 51 stigum, og undan dystarbyrjan var KÍ á sætta plássi við 34 stigum.

 

Men tað var KÍ, sum vann 5-1 eftir hálvleiksstøðuna 1-1.

 

20 minuttir vóru farnir, tá ið Regin í Lágabø legði heimaliðið á odda, og 13 minuttir undan steðginum var tað Sølvi Johannesen, sum javnaði til 1-1. Hetta er fyrsta málið, sum Regin í Lágabø hevur skorað í ár, og hetta var fyrsta málið yvirhøvur hjá 17 ára gamla Sølva Johannesen í næstbestu deildini.

 

Tað var 1-1, inntil tað restaðu 20 minuttir. Tá skoraði KÍ fýra mál í 16 minuttir.

 

Jákup N. Vilhelmsen skoraði fyrst tvey mál í fimm minuttir. Fyrr í ár hevur 18 ára gamli Jákup N. Vilhelmsen skorað eitt mál í næstbestu deildini. So var tað Rógvi Jacobsen, sum økti um munin til 4-1. Hetta var annað málið í ár í næstbestu deildini hjá 18 ára gamla Rógva Jacobsen.

 

27 ára gamli Eivin Sørensen var næstelsti maður á KÍ liðnum. Bara liðformaðurin, 33 ára gamli Kristoffur Jacobsen er eldri. Eivin Sørensen staðfesti rimmar 5-1 KÍ sigurin. Hetta var sætta málið hjá honum í næstbestu deildini í ár.

 

Sigurin ber við sær, at KÍ nú er á fimta plássi við 37 stigum.

 

Næsti dysturin hjá KÍ verður annað fríggjakvøld á útivølli ímóti NSÍ. TB fer annan leygardag at spæla á útivølli ímóti NSÍ.

 

 

 

07 Vestur – Víkingur 0-8 (0-5)

 

0-1: sjálvmál 9.

 

0-2: Fannhard Skoradal 15.

 

0-3: Árni Nóa Atlason 21.

 

0-4: Signar á Brúnni 31.

 

0-5: Fannhard Skoradal 34.

 

0-6: Elias Isaksen 61.

 

0-7: Elias Isaksen 80.

 

0-8: Ingi Arngrímsson 87.

 

 

 

 

 

HB – ÍF 4-2 (1-1)

 

1-0: Jákup L. Thomsen 9.

 

1-1: Dánjal á Lakjuni 34.

 

2-1: Ási Dam 81.

 

2-2: Gundur E. Petersen 83.

 

3-2: Leivur F. Guttesen 91.+

 

4-2: Jákup L. Thomsen 93.+

 

 

 

B36 – Undrið 3-0 (0-0)

 

1-0: Mattias Hellisdal 52.

 

2-0: Sámal Jákup Jacobsen 61.

 

3-0: Alex Mellemgaard 93.+

 

 

 

 

 

B71 – NSÍ 6-0 (2-0)

 

1-0: Jónas Warner 9.

 

2-0: Jónas Warner 21.

 

3-0: Hans Hentze 64.

 

4-0: Tijani Mohammed 73.

 

5-0: Hans Hentze 73.

 

6-0: Áki Hentze 87.

 

 

 

TB – KÍ 1-5 (1-1)

 

1-0: Regin í Lágabø

 

1-1: Sølvi Johannesen

 

1-2: Jákup N. Vilhelmsen

 

1-3: Jákup N. Vilhelmsen

 

1-4: Rógvi Jacobsen

 

1-5: Eivin Sørensen

 

-

 

TB231634653351
ÍF231544493149
Víkingur231346673743
B71231247472840
2312110544037
Undrið FF231139403536
HB239311414930
B36236611394924
NSÍ233614297915
07 Vestur23022120722