Tá ið dyrnar verða latnar upp á Tórsvølli klokkan 17.30 í kvøld, verður tað Kim Hansen, sum situr við klaveri á pallinum. Helst er Kim Hansen fyri mong tann føroyska útgávan av Elton John, og tí hava fyrireikararnir eisini valt Kim Hansen, at hita upp fyri Elton John.
Tá ið økið á Tórsvølli letur upp klokkan 17.30 verður tónleikur frá Kim Hansen at hoyra. Fyrireikararnir siga, at hann tó ikki spælir tónleik hjá Elton John.