Talsfólkið fyri kinesiska uttanríkisráðið, Mao Ning, hevur upplýst, at USA ikki skal brúka onnur lond sum páskot fyri at røkja síni egnu áhugamál. (Savnsmynd). - Mynd: Pedro Pardo/Ritzau Scanpix

Kina leggur upp í kjakið um Arktis

Arktis hevur avgerandi týdning fyri alt altjóða samfelagið.

Talsfólkið fyri kinesiska uttanríkisráðið, Mao Ning, hevur upplýst, at USA ikki skal brúka onnur lond sum páskot fyri at røkja síni egnu áhugamál. (Savnsmynd). - Mynd: Pedro Pardo/Ritzau Scanpix

Tað segði kinesiska uttanríkisráðið í dag sum svar uppá, at USA fleiri ferðir hevur ynskt at yvirtaka Grønland. Tað skrivar Reuters.

– Arktis snýr seg um samlaðu áhugamálini hjá altjóða samfelagnum, segði Mao Ning, talsfólk fyri uttanríkisráðið, á einum tíðindafundi.

Kinesiska uttanríkisráðið segði eisini, at USA ikki skuldi "nýta onnur lond" sum páskot fyri sínum egnu áhugamálum.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt, at tað er neyðugt hjá USA at hava valdið á Grønlandi av trygdarávum og at forða Kina ella Russlandi í at yvirtaka landið.

/Ritzau/