Kirkjukonsert eftir Gekkin

Heystkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestur í Christianskirkjuni fríggjakvøldið verður eisini útsett orsaka av Gekkinum.

Eins og Lena Andersen, tekur Føroya Symfoniorkestur atlit til, at mong munnu ætla sær at spæla Gekk fríggjakvøldið. Tey hava tí avgjørt, at konsertin í Christianskirkjuni fríggjakvøldið byrjar klokkan 21.00 heldur enn klokkan 19.30, sum ætlað.

 

Á skránni undir heystkonsertini, sum vera tríggjar vakrar kirkjukonsertir við strúkaraorkestri, verða spæld løg av Antonin Dvorak, Johannes Sebastian Bach, Bela Bartok, Edvard Grieg og Henry Purcell.

 

Solistar eru Heiðrun Petersen og Jón Festirstein Andreasen. Eisini luttekur mest framkomna strúkiorkestri hjá Tórshavnar Musikkskúla.

 

Hinar konsertirnar vera í Fríðrikskirkjuni og Vesturkirkjuni leygardagin.

 

Les eisini Gekkur fær Lenu at útseta