Kjak um Gud

Ymisk áhugaverd kjak inni á kjak.fo seta spurningar við, hvussu nógv kristindómur og onnur religión skal fylla í tí almenna rúminum í Føroyum

Ein av kjak-tráðunum snúði seg um hvørt Zarepta er eitt paradís, ella ágangur ímóti børnum. Tráðurin hevur yvir 300 inlegg og fleiri av hesum innleggum eru fyrstahondsupplivingar frá fólki, sum hava verið á legum og fingið eina skelkandi uppliving, sum hevur merkt tey. Dømir eru td. um ung børn, sum á miðjari nátt eru leidd inn í eitt kamar við einum ungdómsleiðara, sum hevur sett sær fyri at ræða hetta barnið til at umvenda seg, td. við at siga: ”Um tú ikki vendir um og tekur ímóti Jesusi beinan vegin, so fert tú at brenna upp í Helviti í allar ævir”, ella við at kroysta tey upp at vitna frammanfyri eini stórari forsamling, ella við marathon bøn uppá fleir tímar osv.

 

Nú er tað einaferð so, at foreldur ráða fyri hvussu børnini verða uppdrigin. So man kann sum foreldur sjálvandi bara velja, at nokta sínum barni at fara á hesar legur. Men hvat við teimum børnum, sum eru fødd og uppvaksin í hesum umhvørvinum, har tey verða indoktrineraði við bíbliuni sum hægstu lóg? Hvør verjir tey? Hava tey nakrantíð haft eitt frítt val?

 

Greinar og lesarabrøv hava seinastu tíðina varpað ljós á, hvussu lágt religiónskjakið er í Føroyum í dag. Vit eru á einum støðið, har fólk ikki enn tora at traðka fram og siga, at tey ikki trúgva uppá Gud. Darwin er eitt av ljótastu banniorðum í Føroyum. Summi halda at kristna afturhaldni er ein forðing fyri menning í Føroyum, meðan onnur siga at uttan kristni trúnna, so er ongin moralur og ongin vón.

 

Persónliga eri eg sera liberalur á økinum. Eg haldi at einhvør skal sleppa at trúgva uppá hvat man hevur hug til, og einhvør skal kunna virka í samfelagnum sum man hevur hug til. Eingin skal blanda seg uppí persónligu trúnna hjá tí einstaka. Og eg haldi at jú meira ymisk vit eru jú betur og meira spennandi er samfelagið at liva í. Men farligu spurningarnir, sum nú verða kastaður út, og sum eg vóni kunnu skapa eitt kjak, eru so um tað er í lagi at tvinga børn at ummvenda seg til eina trúgv, sum í døminum við Zarepta? Hví skal eitt óskyldugt barn indoktrinerast í eini tilvildarligari trúgv ímillum fleiri túsund aðrar? Er eitt bíbliu sitat ein nóg góð grundgeving fyri nakað sum heldst? Onkur kjakari nevnir, at tað ikki er loyvt at buka og misbrúka síni børn, men vísur so á at sálarliga misnýtslan so sanniliga eisini er sera skaðilig, men tó lóglig?

 

Í dag kann tað saktans henda at man í Úf, Rás2 og Lindini samstundis hoyrur andaligar sendingar. Í Løgtinginum kann man uppliva sitatir úr bíbliuni, sum argumentatión fyri einum og hvørjum evni. Bløðini eru full við lýsingum um møtir kring alt landið. Kirkjur og samkomuhús spretta upp sum hundalond. Hevði tað ikki verið spennandi at fingið eitt ordiligt kjak um hvat vit vilja við religión í Føroyum? Religión er ein so stórur partur av okkum, at pláss eigur at vera fyri einum siðiligum kjaki um hetta.

 

Onkur kann so svara at ikki øll møtir eru so og so, og ikki allar legur eru so og so, og ikki allar religiónir eru so og so, ikki allir leiðarar eru so og so, osv, osv. (rættiliga vanlig argumentatión á kjak.fo) Sjálvandi er tað ikki altíð so og so. Men tað hendur onkuntíð, og einaferð er alt ov nógvaferð vildi onkur sagt. So lat okkum lyfta kjakið upp á eitt hægri støði hesuferð.

 

Hetta lesarabræv skal ikki tulkast sum eitt álop á nakran, ei heldur sum ávaring ímóti Zarepta, sum sikkurt ger nógv gott. Men skal heldur skiljast sum eitt sunt tekin uppá at vit eru sera ymisk í Føroyum. Modernaði fólk eru individualistar, sum ikki dáma propaganda og heldst vilja velja at inrætta síni persónligu viðurskifti sjálvi uttan at hava eina indoktrinering við í sjáttuni. Vit eru øll føroyingar, og her skal vera pláss fyri okkum øllum, og jú meira fjøltátta vit eru jú betur.

 

Inni á kjak.fo er loyvt at vera anonymur og kjakast verður tí um mangt og hvat, og til tíðir rættiliga harðliga, men kjakararnir eru tó sum oftast siðiligir og virða hvønn annan. Vónandi kunnu vit øll onnur í Føroyum eisini fáa eitt virðligt kjak um hetta sera áhugaverda evnið.