Kjeld Thomsen

f. 21.12.1948, d. 25.01.2011.

Tá eg fyri stuttum var ein túr í Nólsoy, møtti eg Kjeld úti undir Botnagarði, har vit komu í prát. Vit fylgdust út á Másanestið og tosaðu um, hvussu Nólsoyar Vík var broytt í okkara tíð. Fyri eystan var Hørgin og Eiðið somuleiðis ikki at kenna aftur. Holið, sum brimið hevði sligið ígjøgnum Hørgina seinast í 19. øld, var smokkað saman, og Træbrúgvsdammur undir Eiðinum var burtur. Mýran, ið hevði verið spælipláss hjá nólsoyarbørnum í fleiri ættarlið, lá nú undir nútímans graslíki og var vorðin fótbóltsvøllur í bygdini. Jú, vit vóru samdir um, at tíðin stendur ikki í stað, og alt umhvørvið bæði fyri eystan og vestan er munandi broytt av tíðarinnar tonn og mannahond.

Meðan vit stóðu og lótu hugin sveima, segði Kjeld mær, at hann var farin undir a læra seg italienskt mál, og at hann hevði fingið rættiliga fatur í endanum. Tó harmaði tað hann, at hann ikki á yngri árum var farin undir at læra enskt, so hann nú hevði megnað betur at tala enskt. Áhugin fyri at víðka sjónarringin brann honum í barmi.

Tá vit høvdu staðið eina løtu og hugleitt um farnar tíðir, fekk samrøðan okkum at fara niðan á Eið. Gingu fram við húsunum í Stuttholu, sum nú eru fólkatóm, og niðan á Eiðið, har vit tosaðu um tey gomlu sjaldsomu gróthúsini, sum høvdu staðið á Eiðinum í fleiri mannaminnir, og nú tyktust ikki at eiga nakaran góðan. Hvør hevði átt tey, ella hvør hevði nýtt tey í okkara tíð. Eisini hugdu vit at Kleivuni, sum nú er burturlopin, har vit sum smádreingir plagdu at klúgva upp og niður av Eiðinum fyri eystan. Nei, Eiðið er ikki tað, tað hevur verið, vóru vit samdir um. Heldur ikki vit, farnir um tey seksti, ið høvdu leikt sum piltar á Mýruni og í Træbrúgvsdammi. Tosið helt fram um barnaminnir, meðan vit fylgdust aftur heim í bygdina.

Áðrenn vit skiltust við Avhaldshúsið, spurdi eg Kjeld, um hann mintist, hvønn sálm honum dámdi best í skúlanum. Hann var ikki seinur at svara: Morgunstund á heimsins grund. Jú, segði eg. Hatta minnist eg væl. Helst hevur lagið hugtikið teg, tí tú elskaði tónleik og vart musikalskastur av børnunum í flokkinum. Vit skiltust. Kjeld fór til handils, og eg fór spakuliga út á Klivar, tí eg skuldi aftur til Havnar.

Tað kom dátt við, tá eg pálsmessudag hoyrdi, at Kjeld var farin 62 ára gamal. Hóast hann var gott ár yngri enn eg, so høvdu vit manga løtuna saman frá barni av. Tað vil so vera. Í lítlari bygd, har skúlin ikki er árgangsbýttur, koma fleiri árgangir at fylgjast í sama flokki. Soleiðis var við okkum.

Kjeld var evnagóður, men rættiliga egin. Hevði ilt við at liva í skipaðum samfelagi við onnur. Dugdi illa at skilja, at samfelagið bæði veitti og kravdi nakað av einstaklinginum. Hann vildi klára seg sjálvur og liva á sín hátt og uttan hjálp frá øðrum. Hetta fekk mangan bygdarfólkið at smílast.

Kjeld hevði sera stóran áhuga fyri tøkni og dugdi at fáast við tøkni. Her var Mikkjal á Malarenda, sáli mangan góður í ráðum. Við Mikkjalsa leiðbeining megnaði Kjeld tíðum at gera tøkniligar ábøtur á radio og onnur el-tól. Ein áhugi, ið fekk hann at starvast sum radioamatørur í nógv ár. Tað eru mong sum minnast kallibókstavir hansara, November 1.

Kjeld var sera musikalskur. Eitt eyðkenni fyri túnafólkið. Var ein gittarsnidlingur av teimum bestu. Spældi klassiskan guitar. Tað var ikki so sjáldan, at hann savnaði fólk um seg, tá hann sat í neystinum og spældi og sang egin løg. Seinni fór hann at spæla klaver og harmoniku, nakað ið fall honum lætt. Tónleikur fylti nógv í lívi hansara. Eisini dámdi honum væl at telva.

Kjeld var prúður og væl vaksin. Sum ungur var hann av bestu svimjarum, og kuldi rein ikki við hann. Tað var ikki óvanligt, at Kjeld svam einsamallur út millum gágguskipini, sum lógu á víkini.

Fleygamaður var Kjeld av teimum bestu. Gjørdi til tíðir nógv av at fleyga náta í bakkanum runt oynna. Var tann fyrsti nólsoyingurin, sum gjørdi eina roytingamaskinu, tí hann var uppfinnari. Kundi sita einsamallur í rúma tíð og eygleiða brim, og hugleiða um orkuna, ið var í sjónum.Var eitt natúrmenniskja, ið treivst væl einsamallur í Guds fríðu natúr.

Seinastu áruni var Kjeld nógv at síggja í báti. Sigldi túrar til ymsar bygdir fyri at síggja seg um. Var sera hugtikin av Sandoynni, ið hann tíðum vitjaði. Stimaði suður á Skálavík og hevði onkuntíð knallert við í bátinum, sum hann so nýtti at flyta seg til hinar bygdirnar á oynni. Í Skálavík var so vítt í mun til Nólsoy, tók hann til.

Nú loysur Kjeld ikki bát sín aftur í Stórumøl. Guitar og klavertónarnir eru tagnaðir, tí lívsleiðin steðgaði brádliga. Ein eyðkend bygdarmynd, ið fór stillisliga um í bygdini, er horvin. Friður verið við minninum um Kjeld Thomsen.
-----------------
Egon Hansen