Hondbóltur
Fyrsta umfarið í landskappingini hjá monnum hevði ein lítlan skelk við sær, tá KÍF vann ein sannførandi sigur á Kyndli. Eftirfylgjandi hava meistararnir tó prógvað, at hetta úrslitið ikki var heilt sigandi, men hinvegin kanska eitt dømi um, hvat kann henda, tá favorittarnir ikki taka uppgávu sína í nóg stórum álvara.
Tí vóru teir hjá Kyndli ávaraðir undan seinna dystinum móti KÍF, men fyrsti hálvi tímin sunnudagin bendi tó ikki tann vegin. Leikferðin var lág, spælið illa skipað, og yvir høvur tóktust báðir partar hava sera trupult við at seta seg á dystin.
Hetta broyttist tó eftir steðgin. Kyndil leyp nú alt fyri eitt avstað, og hóast KÍF royndi, so fingu teir als ikki svarað aftur. Fyrstu 20 minuttirnar eftir steðgin hevði KÍF bert skotið tvey mál, og tá Kyndli samstundis hevði funnið meskarnar tíggju ferðir, so var ikki stórvegis at tosa um. At heimaliðið so aftur kundi taka sær av løttum seinastu løtuna, broytti ikki fatanina av, at talan veruliga var um klassamun. Eisini hóast hesin bert var sjónligur í 20 minuttir.
Besta liðið
Saman við javnleikinum hjá VÍF í Hoyvíkarhøllini, so merkti úrslitið, at Kyndil er ovasta liðið í grundspælinum.
Og skal rætt vera rætt, so er hetta eisini fult og heilt uppiborið. Sæð burtur frá teimum báðum kiksarunum í Hoyvíkarhøllini, so hevur Kyndil fyri tað nógva verið sera sannførandi í sínum avrikum. Ikki minst teir báðir dystirnir móti VÍF hava prógvað, at meistararnir helst aftur í ár eiga sterkasta liðið.
Hinvegin er ikki nóg mikið, at hetta bert verður víst í løtum. Meistarar verða teir, sum hava fingið størstu úrtøkuna gjøgnum heilt kappingarár, og tá eru ikki altíð ráð til at taka nakað lætt upp á uppgávurnar. Tað sluppu teir í Kyndli so væl frá hesaferð, men tað fara heilt víst at koma dystir, har mótstøðan í størri mun er til reiðar at revsa slík mistøk.
Hjá KÍF hevur kappingarárið higartil verið eitt sindur merkisvert. Fleiri ferðir hevur liðið mest sum verið avhølvað, men hinvegin hava teir ofta víst, at tá møguleikin er til staðar, so verður tikið av. Soleiðis er tað bara VÍF, sum hevur fingið fulla úrtøku móti KÍF, og verandi fjórða plássið er ein hin besta støðan hjá liðnum í fleiri ár. Hvørt teir so megna at halda fast um hesa, fara komandi tíggju dystirnir at vísa. Men tað er púra vist, at megnar liðið at halda fast um stríðsviljan, sum hevur eyðkent avrikini higartil, so kann væl vera, at fleiri óvæntaði úrslit fara at koma í vár.
Fakta um dystin
Kyndil-KÍF 27-18 (9-9)
Málskjúttar
Kyndil: Josef Abrahamsen 7, Jakob Jónsson 6(1), Rókur Akralíð 3, Finnur Hansson 3, Ragnar Stakksund 2, Janus Einar Sørensen 2, Høgni Klein 2, Hans Arni Thomsen 1, Hans Áki Dal Christiansen 1
KÍF: Regin Petersen 6, Eddie H. Joensen 3, Rógvi Hansen 2, Petur Martin Poulsen 2, Teitur Joensen 2, Jóan Pauli Olsen 2(1), Gert Hansen 1
Brotskøst: Kyndil 3, KÍF 3
Útvísingar: Kyndil 6, KÍF 6
Dómarar: Kristian Johansen & Sámal Hansen