Seinasta samdøgrið hjá løgregluni hevur ikki verið av teimum strævnastu, men tó so, okkurt hevur verið. Á Tvøroyri fingu tveir persónar á einum prutli bót. Annar fyri at sita aftanfyri á prutlinum, og hin fyri at hava ein persón sitandi á prutlinum. Tað er jú ikki loyvt.
Ein bilførari fekk bót og klipp í koyrikoyrti fyri at tosa í telefon, meðan hann koyrdi.
Ein bilførari í Klaksvík boðaði løgreglu frá, at hann var komin ov nær einum parkeraðum bili og vildi vita, hvør átti bilin.
Ein bilførari boðaði í gjár frá, at okkurt datt av eini last á einum bili, sum hann møtti. Hann fekk ikki nummarplátuna á bilinum og veit tí ikki, hvør koyrdi. Talan var um okkurt gummi, sum rakti bilin hjá viðkomandi, sum fekk skaða. Tað er revsivert ikki at tryggja lutir nóg væl, sum tú hevur í lastini.
Av Toftum fekk løgreglan klagu um larmandi knallertir í bygdini. Men tá løgreglan kom á staðið vóru fuglarnir flognir.
Og so var tað ein persónur í Havn, sum fekk bót fyri at koyra í móti ferðslurætninginaum Hetta var um hálvgum níggjutíðina.










