Kann ein bóltur vera intelligentur og ein kona steinbýtt? Blásti bóltin upp við einum evarska lítlum súgvirøri (tað er intelligent), sá í ondini, hvussu eg fekk, ja hvat?................ og legði bóltin frá mær næstan beinanveg.
Um eg tími hatta. Hvat er tað, sum ger, at eg enn eri so løtt at lumpa? Havi eg einki lært síðan TV-shop? Eg eri slettis ikki typan, sum tímir at liggja á gólvinum við sveittanum spruttandi sum hjá einum sumoleikara “up close and personal”.
Stakk inn á gólvið hjá dóttrini herfyri og sá har ein part av sendingini “Ha det godt”. Tað er nú eitt sindur speiligt, at nýggjasti “guruin” innan rørslu og heilsu eitur MacDonald. Hann er næstan kendari enn hin, tit vita, guruin hjá The Beatles: Maharishi Mahesh Yogi, sáli. Tað var jú eisini eitt sindur øðrvísi slag av guruismu, teir fýra fittu fýrarnir fingu í forðum J.
Henda góða konan, sum hann legði lag á, sá út sum hon skuldi eiga hvørja løtu, sum hon leikaði í – eg meini so við. Tað vara ein øgilig eymkan og stynjan, næstan so at tú gjørdist eitt sindur shei. Er tað veruliga neyðugt at venja so hart, at tú mestsum ert við at bresta? Nei, um eg tími. Og tað er so mítt val. Eg gangi mínar túrar og svimji mínar longdir, og tað er so tað rennibreyt ella eingin rennibreyt. Einki ilt um rennibreytina, tí sjálvandi kann eisini gangast á henni, sjálvt um hon eitur rennibreyt, og tað akkurát sum einki. Havi gingið nógvar kilometrar runt og runt – eisini við stavum. Og tað er so gott, so gott.
“Rennur tú”? er “hypasti” spurningurin millum kvinnur í hesum døgum. Tú ert ikki ordiliga við í tí nýggjasta, um tú ikki rennur og rennur í røttum renniskóm, sum eru seymaðir til júst títt fótablað, og ert í “tights” sum eru alvorliga “tightar”. Einki við at vera í einum útvaskaðum joggingbuksum við hangireyv. Og tú skalt helst vera á veg til Tokio ella NewYork at renna maraton, helst eitt heilt, til neyð eitt hálvt. “Nei, eg gangi” – svari eg. Haldi fast um at gera tað, mær hóvar, sjálvandi.
Yvir og farin og friður veri við tí.
Hyggur tú í bløðini, er ikki eitt einasta vikublað, sum ikki hevur onkra konu á forsíðuni, sum ynskir at lætna. Nokkso troyttandi at tað skal fylla so óluksáliga nógv hvørja viku. Tú lesur, hvat tey eta, hvar tey venja, hvussu nógvar kaloriur tey brenna, hvar tey renna og so framvegis. Ná. Tað er eingin, sum sigur, at tað skal keypast og lesast hvørja viku, ha?
Og so er tað alnótin. Har kanst tú bæði kekka kolesterol og BMI. Har eru eisini fult av uppskriftum til sunnar sósir og soltnar frikadellur og eftirgjørt marsipan, so tú næstan fært hug at keypa tær 500 gram av Anthon Berg “ren rå” og guffa rulluna í teg á veg út úr handlinum. Bara fyri at vera anti. Júst sum vit plagdu at gera, tá vit høvdu keypt franskbreyð og ótu alt innanúr, áðrenn vit komu til hús við “hylkinum”. Á denn fest!
Er tað ikki herligt tá at kunna fara í Mótaskálan og keypa sær einar “vidundurtrussur” og við góðari samvitsku fara til jólaborðhaldið og eta seg um rygg? Allar buglur eru horvnar fyri eina stund, og tú ert veitslunnar drotning. Hvat hendir, tá tú kemur heim og fert úr “undrinum”, tørvar ongum at vita nakað um. Denn tid, den sorg. (Eg skal heilsa og siga, at leggur tú teg fram eftir rommum, sum Gud hevur skapt teg, setir hendurnar í gólvið og lyftir teg uppfrá eitt sindur og ætlar tær at síggja tærnar, skalt tú ikki vænta at síggja tær! Skunda tær bara aftur í vidundrið og dyl sum mansmorð J.
Í hesum krímtíðum verður dúgliga vitjað hjá læknanum, og í bíðirúminum liggja øll myndabløðini og so kanska okkurt Helse-blað.
Hvørjum fert tú fyrst eftir? Eg veit, hvat eg lesi fyrst. Deiligt, at Billedbladet er til. Eingin er upp á klænkikur her J. Har eru søgur um kend fólk og minni kend fólk og teirra tiara, kjólar og ikki minst skógvar so høgar, at tú ivast í, um tað ber til at flyta seg í teimum. Minnir meg um, tá eg skinklandi fór omaneftir Tinghúsvegnum í heimasmíðaðum stúltum. (Pápi mín var so stak fittur í hondunum). Tað var ikki hansara skyld, at eg líktist einum uppstúltaðum ørvitisknokki á kalvabaki.
Og so er tað Ugens kjole. Er tað ikki deiligt at frætta um hann og um sprundið, sum er í honum? Og sum sagt kanst tú supplera Billedbladet við Helse og fáa onkur góð ráð úr blaðnum við tær heim aftur, so alt ikki bara verður gull og glitur.
Og eru hesar fanstastisku konurnar í litaðu bløðunum í hesum fantastiska flottu “Haute Couture robunum” lýtaleysar? Sleppa tær undan øllum tí, vit “vanligu” stríðast við? Tær hava sjálvandi sín persónliga vidundurtrussu-veitara (tað hava vit eisini J) Men hvussu við t.d. vírikum, tá tú - er hon nevnd, er hon kend - nærum altíð gongur í 9 cm. høgum stilettum? Jú, mín sann, um ikki frú Beckham herfyri varð avdúkað á leistum við “fríðrikkum” sum vildu nakað. Setið tykkum afturá, medsystrar, og hvílið í, at eingin er fullkomin. Heldur ikki Frú Posh Beckham. Les meira.....
Hygg at undurføgru Sofiu (For)Loren og barmføgru Gitte Silikone, sum tað er so grúiliga synd í fyri tíðina. Tær eru bumbur við lít. Skulu vit síggja soleiðis út, tá vit gerast ommur/langommur, so skulu vit seta ferð á eftirlønina í stundini. Tí hetta krevur eftir øllum at døma eitt víðkað klippikort til upplyftandi baldýring norðanfjørðs. Kanska eitt jólagávuhugskot?
So, tit kæru konur: Á bláman við øllum. Gleðið tykkum til tíðina fyri framman og til alt tað, ið har til hoyrir – bæði marsipankonfekt, fleskasteik, Cherry Valley dunnur, sukurbrúnkað epli, Cadburys við nøtum ella ongum, enskar karamellur, piparnøtur og alt hitt svansið. Og gangið/rennið tykkara túrar ella ikki.
Tað, sum um ræður, er, at vit liva hvønn dag til fulnar, elska okkara næsta, røra okkum eftir tørvi, og ikki ganga okkum útav nakrastaðni í úrtíð.
Og verður heilt galið, kunnu vit jú altíð gera ein eyka vørr ella báðar tveir á rennibreytini komandi ár.
Gleðilig jól.