Kofi Annan lagt friðarætlan fyri Sýrialand

Stjórnin í Sýrialandi hevur góðtikið eitt uppskot til eina friðarætlan, sum fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kofi Annan hevur orðað. Annan virkar sum serligur Sýrislands-semingsmaður fyri ST og Arabisku Samgonguna.

Í uppskotinum stendur millum annað, at teir sýrisku myndugleikarnir binda seg til at steðga bardøgunum og at taka herin og tung vápn úr bygdum økjum. Samstundis skal Kofi Annan eisini royna at fáa andstøðuna at gevast við bardøgunum.

Harafturat skal sýriska stjórnin lata hjálparfelagsskapir veita neyðstøddum hjálp og at flyta tey særdu burtur. Felagsskapirnir fáa tveir tímar um dagin til hetta arbeiðið.

At enda skulu tíðindafólk fáa frítt at fara í landinum, og fólk skulu hava loyvi til at skipa seg í felagsskapir og at skipa fyri mótmælistiltøkum.