Hondbóltur
Hesa ferð hevði tað einki við undirmetan av nøkrum slag at gera. KÍF hevur við sigrum á StÍF og H71 longu sent somikið greið ávaringartekin út, at Kyndil væl og virðiliga mundi vara seg fyri at taka ov lætt upp á uppgávuna.
Kundu lukkað
Teir grønu byrjaðu eisini við buldur og brak. Fyrstu 20 minuttirnar koyrdi spælið við fullari ferð, og sum frá leið tóktist talan bara vera um avgreiðsluspurning.
Men kollfirðingarnir góvust tó ikki. At Kyndil eitt skifti setti ferðina niður, samstundis sum fleiri útskiftingar órógvaðu rútmuna, gjørdu vertirnir sær skjótt dælt av. Seianstu 10 minuttirnar undan steðginum hvarv munurin millum liðini at kalla, og so var dysturin aftur víðopin.
Kyndil mundi kanska eisini kenna nakað av fjálturi á sær, tá farið varð út til seinna hálvleik. Verjan megnaði í fráveruni av Hans Áka Dal Christiansen ikki í nóg stóran mun at byrgja fyri kviku kollfirðingunum. Eisini hóast hesir somuleiðis vóru skerdir, nú fótbólturin helt Gert Hansen burtur frá hendan dagin.
Fjálturin merkti eisini, at Kyndil ikki megnaði at taka av, tá møguleikin fyri avgerðini beyðst. Bara eftir steðgin misnýttu teir fýra brotskøst - harav tvey á rað við støðuni 18-19. Slíkir møguleikar eru júst av slagnum, sum kunnu lukka ein hondbóltsdyst, men tá Kyndil ikki tók av, so helt spenningurin sær.
Johan bjargaði
Og hann helt sær so heilt fram til tað allar seinasta. Kyndil hevði fyr tað nógv hildið KÍF beint aftan fyri seg, og tá teir ein minutt fyri leiklok øktu til 28-26, tóktist liðugt.
Men KÍF gav seg ikki. Teir minkaðu um munin, og bara 15 sekund fyri leiklok høvdu teir gyltan møguleika at javna, men annars væl spælandi Johan Danielsen toygdi seg í hvørjari lykkju, tá Daniel Rápa royndi seg við lobbi av strikuni.
Og tá Kyndils-bonkurin so tók sær eitt time-out undan seinastu sekundunum, kundi høvdið haldast kalt. Bara eitt mál á muni er eisini nóg mikið til tvey stig, og tað var fyrst og fremst hetta, sum Kyndil fór eftir. Tvey stig, sum bera við sær, at teir við 100% vissu verða partur av FM-finaluni í manshondbólti 2006.
Fakta um dystin
KÍF-Kyndil 27-28 (14-15)
Málskjúttar
KÍF: Damir Oros 8, Sune Davidsen 5, Daniel Rápa 4, Ingi V. Johannesen 4, Karl Johan Djurhuus 4, Rógvi Weihe 1, Jóan Pauli Olsen 1
Kyndil: Janus Einar Sørensen 8(5), Ragnar Stakksund 7, Rókur Akralíð 3, Høgni Klein 3, Josef Abrahamsen 1, Hjalti M. Jacobsen 1, Hanus Johansen 1
Brotskøst: Kyndil 10
Útvísingar: KÍF 1
Dómarar: Hallur Danielsen & Petur Skeel Jacobsen