Eg fekk tvær viðmerkingar, sum báðar stuðlaðu landstýrinum. Eg vísti á at tað finnast ongi dømi úr grannalondunum, sum vísa at tað er ein fyrimunur at leggja skúlarnar út til kommunurnar at umsita, men nógv eru dømini um tað øvugta. Hetta fekk Ásbjørn Lómaklett, skúlastjóra at skriva "Klaksvíkar kommuna hevur tætt skúlasamstarv við vinarbýir sínar: Kópavog, Odense, Norrkøping, Trondheim, Østersund og Tampere.Hesar kommunur umsita allar fólkaskúlar sínar, og tað er einki, ið bendir á, at kommunurnar ikki megna uppgávurnar á skúlaøkinum, heldur tvørturímóti"
Í lokalu fjølmiðlunum í Trondheimi eru nógvar ræðusøgur um hvussu kommunan vanrøktar skúlan, og eg skal tó bara vísa tvey dømi úr fjølmiðlinum Adressa, tí hesi siga alt.
5.okt. 01 skrivar Adressa:
"Ógvisligastu sparingarnar verða á skúlaøkinum, barnaverndarøkinum og samferðsluøkinum. ???játtanin til skúlaøki verður 30 milliónir kr. lægri, og hetta fer at raka veikastu næmingarnar sera meint."
21.nov. 01. skrivar Adressa:
"Í Trondheimar kommunu er alt arbeiði í samband við viðlíkahald av skúlum afturútsiglt, og fleiri av skúlunum eru nú so illa fyri, at teir ikki lúka krøvini í samb. við inniklima o.a. Fíggjarstøðan hjá kommununi loyvir ikki, at nóg nógvir pengar verða settir av til hetta arbeiði."
Í somu grein verður sagt " Hin kendi meklarin Ivar Koteng vil nú keypa skúlar í Trondheimi, pussa teir upp fyri síðan at leiga kommununi teir aftur til undirvísing." "Koteng sigur sjálvur, at hansara egnu børn hava merkt avleiðingarnar av vánaligu umstøðunum í skúlunum, og tí kemur hann við hesum tilboðið." Varðaborgmeistarin Frank Jenssen, (Høyre) sigur í somu útgávu av Adressa, at tilboðið frá Koteng er spennandi.
Til seinast skal eg vísa á, at ein kommunalur skúli í Trondheimi, sum varð afturlatin seinni er opnaður aftur sum barnagarður. Í fjør rapaði partur av takinum á barnagarðinum, men til alla lukku vóru børnini uttandura. Nú kann lesarin so meta, hvussu góð fyrimynd Trondheimi er ella hvussu væl kommunan megnar uppgávurnar á skúlaøkinum.
Javnbjóðis rætt til skúlagongd og útbúgving.
Hesi dømi eru úr verðins ríkasta landi. Eitt land har statskassin flýtur yvir í pengum, meðan fleiri av kommununum eru illa fyri. Kommunur, sum eru í fíggjarligari trongstøðu, er ikki eitt ókent fyribrygdi í Føroyum. Sera ymiskt er eisini hvønn týdning kommunurnar leggja í at hava ein nútíðarskúla. Fylgjurnar av einum kommunalum skúla gerast tí, at næmingarnir fáa eitt sera ymiskt skúlatilboð, sum hjá nógvum fer at merkja ein vánaligari fólkaskúla. Tí er Javnaðarflokkurin hart ímóti, at skúlin verður lagdur út til kommunurnar. Eitt av málunum við okkara skúlapolitikki er, at øll skulu hava javnbjóðis rætt til skúlagongd og útbúgving uttan mun til fíggjarviðurskifti, ella hvar í landinum vit búgva. Hetta kann ikki sameinast við ætlanina at lata kommununar yvirtaka skúlan.
Landið skal umsita skúlan.
Javnaðarflokkurin mælir hinvegin til, at landið verður skipað í hóskandi økir. Eitt økisráð verður valt við beinleiðis vali, samstundis sum val er til kommunustýrið. Økisráðið skal røkja ávís mál í økinum sambært fíggjarætlan, sum landsstýrið viðger og góðtekur, og løgtingið játtar. Uppgávur hjá økisráðnum er m.a. at gera langtíðarætlanir fyri skúlaverkið í hóskandi millumbilum. Her verður hugsað um bygging o.a. neyðugar stórar íløgur, eins og ymiskar royndarskipanir.
Landið skal umframt fíggjarliga partin taka sær av uppalingarligu skipaninum og setan av lærararum. Eisini verður tað landið, sum Lærarafelagið skal samráðast við.