Kommunukassarnir fyllast

24 av 29 kommunum hava higartil í ár fingið meiri inn í skatti enn í fjør

Kommunurnar hava higartil í ár fingið nógv inn í skatti, samanborið við í fjør. Nýggj uppgerð hjá Taks vísir, at kommunurnar tilsamans hava fingið 1.027.524.263 milliardir krónur inn í skatti teir fyrstu sjey mánaðirnar av árinum. Tað eru 62.978.769 milliónir, ella 6.53 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

 

24 av 29 kommunum hava higartil fingið meiri inn í skatti í ár. Hinvegin er størsta afturgongdin í Fámjin, sum hevur fingið 1.431.599 krónur inn í skatti í ár, og tað eru 142.000 krónur minni enn í sama tíðarskeiði í fjør. Hinar kommunurnar, ið higartil í ár hava fingið minni inn í skatti, eru Kunoy, Hvalba, Hov, og Porkeri.

 

Av teimum størru kommununum kann eitt nú nevnast, at framgongdin er 10.43 prosent í Runavíkar kommunu, 14.06 prosent í Fuglafjarðar kommunu, 10.71 prosent í Eysturkommunu og 7.04 prosent í Klaksvíkar kommunu.

 

Størsti munurin higartil í ár er í Fugloy, sum hevur fingið 344.227 krónur meir inn enn í fjør, og svarar tað til heili 32.18 prosent. Eftir tað kemur Hvannasunds kommuna, sum hevur fingið 1.393.987 krónur, ella 20.06 prosent meiri inn í ár.

 

Í mun til landsskattin, eru 31.326.839 krónur meiri komnar inn higartil í ár. Tað er framgongd á 3.94 prosent.