Kommunuskatturin veksur nógv skjótari enn landsskatturin

Trý tey fyrstu fjórðingsárini var samlaði kommunuskatturin næstan 300 milliónir hægri enn landsskatturin

Kommunurnar fáa fleiri skattainntøkur, enn landskassin fær, og munurin millum skattainntøkurnar hjá landi og kommunum økist.

Tað vísir uppgerðin í skattainntøkum fyri trý tey fyrstu fjórðingsárini í ár sammett við í fjør.

 

Landsskatturin frá januar til september er 1.050.707.688 krónur.

Kommunuskatturin frá januar til september er 1.317.846.827 krónur.

 

Meirinntøkan í landsskattinum er hetta tíðarskeiðið 43.473.555 krónur.

Meirinntøkan í kommunuskattinum er hetta tíðarskeiðið 79.034.074 krónur.

 

Lutfalsligi vøksturin í landsskattinum er fyrstu trý fjórðingsárini 4,32 prosent.

Lutfalsligi vøksturin í kommunuskattinum er fyrstu trý fjórðingsárini 6,38 prosent.