Konsert við kórsangi millum Kirkjubøstólarnar

Sunnudagin 6. mars 2005 var ein forvitnislig konsert við Tórshavnar Kamarkóri í hábærsligum umhvørvi á Føroya Fornminnissavni, har kirkjubø-stólarnir verða sýndir fram

Konsert



Umleið 70 fólk møttu til eina væl fyriskipaða konsert á Føroya Fornminnissavni seinasta sunnudag.
Hugskotið við konsertini var at framføra kirkjutónleik, sum hóskar til so hábærsligar karmar, sum kirkjubøstólarnir eru.
Sjálv konsertin byrjaði við, at Tórshavnar Kamarkór kom syngjandi inn í framsýningarhølið frá báðum síðum á rúminum, eftir at áhoyararnir høvdu sett seg.
Tónleikurin hevði onkusvegna tilknýti til myndaevnini á stólavangunum ella ta tíðina, teir eru frá. Rættiliga nógvur kórtónleikur snýr seg um Mariu moy (Ave Maria, Ave maris stella, Maria var moyggin o.s.fr.), og av tí at sunnudagurin 13. mars er Boðanardagur Mariu, og at Maria er umboðað á tveimum av stólavangunum, vóru heilir fýra sangir til hennara á skránni. Myndaevnið á fremsta stólinum, sum kallast Visitatio - Vitjanin -, har Maria kemur at vitja Elisabet, sum eisini er við barn, er beinleiðis umboðað við sanginum við sama heiti.
Á skránni vóru annars kórsangir úr miðøld, úr renesansuni, romantiska tíðarskeiðnum, tvey kingoløg og nýggjur føroyskur kórtónleikur.
Ein blásikvintett, mannað av lærarum í musikkskúlanum, luttók eisini í konsertini við tónleiki eftir J.S. Bach, Percy Grainger og Darius Milhaud.
Í steðginum hevði Regin Debess, savnslærari, eina stutta frágreiðing um myndaevnini á kirkjubøstólunum. Stólarnir eru gjørdir fyrst í 1400-talinum í Bergen. Teir lýsa fleiri halgisøgur um ápostlarnar og onnur halgimenni.
Kirkjubøstólarnir vórðu millum mangar aðrar gripir fluttir heim til Føroya úr Danmark í 2002 sambært avtalu millum Danmarks Nationalmuseum og Føroya Fornminnissavn.
Løtan á Føroya Fornminnissavni var sera hugnalig og serstøk, og vísir at hølini eru væl egnaði til slík tiltøk.
Annars er at siga, at Tórshavnar Kamarkór, sum Ólavur Jøkladal setti á stovn í 1985, hevur 20 ár á baki í ár, og verður hetta hátíðarhildið við jubileumskonsert í Norðurlandahúsinum 30. apríl. Kári Bæk er leiðari hjá Tórshavnar Kamarkóri.