Tíðindaskriv
Tónleikurin á konsertini verður einamest virtuosur fiól-og guittartónleikur eftir so kend tónaskøld sum Niccolo Paganini, Fritz Kreisler, Jacques Ibert og Enrique Granados.
Harafturat verða báðir teir føroysku snillingarnir at hoyra í einleiki á ávikavist fiól og gittara. Teir fara hvør sær at framføra brot úr partitum eftir mæta tónaskaldið Johann Sebastian Bach.
Á konsertini verður eisini eitt lítið verk eftir Beethoven, ið sum kunnugt ikki skrivaði fyri fiól og gittara. Talan er um eitt lítið spælt verk fyri mandolin og kembal, ið Beethoven skrivaði til ein av vinmonnum sínum, ið eisini umframt at leika fiól, leikti mandolin. Hetta verið varð so seinni umskrivað fyri fiól og gittara og er tað í hesum líki, at vit fara at hoyra tað.
Teir báðir, Sámal og Ólavur, hava sett skránna soleiðis saman, at hon verður fjøllbroytt og løtt at lýða á. Har verður eitt sindur av hvørjum: Íblástur av sponskum fólkatónleiki í Granados og fronsk elegansa í Ibert, og eisini serstaki wienarastílurin í verkunum hjá úrmælinginum Kreisler. Meistararnir báðir, Bach og Beethoven, verða eisini at hoyra og so endar konsertin við italskum fýrverki eftir Paganini.
Fyrra konsertin verður í Gamla Turkihúsinum hjá Osmundi Justinussen í Leirvík fríggjakvøldið kl. 19.00 og seinna konsertin verður í Mykinestorninum í Listaskálanum leygardagin kl. 16.00.
Atgongumerki á kr. 60,- fáast við dyrnar undan konsertini. Pensiónistar og børn tó kr. 30,-